JUDO
Hóast eingin kvinna er á liðnum hesa ferð, so er tað eydnast at fáa sett saman breiðasta judohópin nakrantíð, nú landsliðið til Oyggjaleikirnar á Álandi er úttikið. Har eru nevniliga tveir íðkarar í hvørjum vektbólki, og tað hevur tað ongantíð verið fyrr.
– Eg haldi, at vit hava eitt rættiliga spennandi lið, har nakrir eru heilt ungir og so nakrir veteranar. Sum liðið sær út, hava vit góðar vónir til leikirnar í summar, sigur Sofus D. Johannesen, formaður í Judosambandinum.
– Síðst høvdu vit eina kvinnu við, men tað hava vit ikki hesa ferð. Vit hava nakrar góðar og evnaríkar gentur, men tær eru í so ungar enn, so hesa ferð hava vit eitt reint manslið, sum enntá er sera væl mannað.
Mest merkisverda navnið er Sam Vang, sum vit eisini hava samrøðu við í blaðnum í dag, tí hann er farin í gongd aftur við judo, sum hann annars einki hevur gjørt við í átta ár. Hann er ein av veteranunum, sum síðst í 80-unum og nakað inn í 90-ini vann tvey gull- og tvey silvurmerki á oyggjaleikum.
Yngri og eldri
Fimm av teimum, sum eru við hesa ferð, vóru eisini við á Rhodos fyri tveimum árum síðani, tá Jógvan Páll Kristiansen, Hjalmar Johannesen, Búgvi Poulsen og Ragnar við Streym vunnu silvur og Petur Sigurð Johannesen vann bronsu.
Ein av teimum, Búgvi Poulsen, sum eisini er ein av veteranunum við gullmerkjum frá leikunum í 1993 og 1995, var annars um reppið at noyðast at geva avboð, tí hann skuldi upp til onkra roynd. Men tað vísti seg, at royndin fall beint áðrenn Oyggjaleikirnar, so hann nær akkurát at koma við.
Tað er forrestin ikki bara Sam Vang, sum er byrjaður at íðka judo aftur eftir drúgvan steðg, tí tað er eisini galdandi fyri Skarpheðin Njálsson og Olaf Andreasen, sum tó ongantíð hava verið við til Oyggjaleikir fyrr.
– At venja manningina hava vit so Zvonko Mrdal, sum er fyrrverandi unglingameistari úr Jugoslavia. Hann hevur búð í Føroyum í 20 ár og kennir alt til okkara viðurskifti, men samstundis hevur nakað at geva frá tí eyðkenda eystureuropeiska ítróttarskúlanum, sigur Sofus D. Johannesen.
– Hann gongur høgt upp í tað og setir stór krøv, men íðkararnir eru sera glaðir fyri hann sum venjara, tí teir eru greiðir yvir, at nógv og hart arbeiði skal til, skalt tú røkka teimum bestu úrslitunum.
Í yvirlitinum yvir íðkararnar kann síggjast, hvørjir fyrr hava vunnið gull-, silvur- ella bronsumerki á undanfarnum oyggjaleikum.