Á Tvøroyri hava tey nú í nøkur ár havt eitt tiltak, tey nevna mentanarnátt. Og tað er í hvussu so er greitt, at tiltakið verður aftur næsta ár. Men tað er eisini greitt, at næsta ár verður mentanarnáttin ikki tá ið hon plagar at vera.
Vanliga hevur hon verið fyrst í juli, men býráðið heldur ikki, at tað er heppið at hava hana mitt í bestu summarfrítíð. Súsanna Bertholdsen, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at eitt er, at ta tíðina eru nógv tvørfólk burturstødd í feriu, men eitt annað er, at tá er tað eisini strævið hjá fyritøkum, stovnum og feløgum, at skipa fyri tiltøkum, tí nógv starvsfólk eru eisini í feriu. Og tey løgdu afturat, at mentanarnátt er fyrst og fremst fyri tey, sum búgva á Tvøroyri og ikki fyri útisetar.
Sostatt hevur býráðið nú samtykt at næsta ár skal mentanarnáttin verða fríggjakvøldið 31.mai.
Anita Vibergsdóttir var ikki heilt samd. Hon helt, at mentanarnáttin lá væl í juli og at tey skulu vera varin at flyta hana. Hon vísti samstundis á, at næsta ár verður regatta á Tvøroyri 6. juli og tí skeyt hon upp at mentanarnáttin verður 5. juli, tí so fingu tey eitt heilt vikuskiftið við samanhangandi nógvum tiltøkum. Men er áhugi fyri at hava hana 31. mai, skuldi hon kortini ikki seta seg ímóti tí.
Hinvegin tók Bjarni Hammer undir við at skilja tiltøkini sundur, tí so fingu tey tvey tiltøk, heldur enn eitt stórt tiltak, tí tað verður kanska ov møtimikið.