Vælumtókti Fiat 500 sum elbilur

Allar útgávur av tí nýggja Fiat 500e kunnu nú bíleggjast hjá Nordcar, og bilarnir verða klárir at lata fyrst í komandi ári.

 

 

Vælumtókti Fiat 500 kemur nú sum elbilur, og føroysku prísirnir á sjarmerandi bilinum eru nú tøkir. Hóast elbilurin líkist sær sjálvum, er talan um ein heilt nýggjan bil.

Bíligasti Fiat 500e kostar bert 197.900 krónur eftir mvg-afturbering. Hetta er fyrsti bilurin frá Fiat, ið er framleiddur sum elbilur frá grundini. Nýggi Fiat 500e er vaksin 6 sentimetrar í longd og breidd, og frástøðan millum akslarnar er økt við 2 sentimetrum.

Bilur kemur á marknaðin sum hatchback, cabriolet og sum ein nýggjur sokallaður 3+1.

 

Eyka hurð

Tann nýggi 3+1 hevur sama snið og stødd sum hini modellini, men munurin er, at hann hevur eina eyka hurð á høgru síðu. Hendan hurðin verður latin upp aftur eftir og gevur betri pláss at koma inn á baksetrið við børnunum og barnastólunum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Fiat 500 kemur við eini eyka hurð - hesa hurðina hevði upprunaligi Fiat 500 frá 1957 eisini.

Fyrsta útgávan av elbilinum varð víst fram í vár, undir navninum “la Prima”. Nú koma tríggjar nýggjar útgávur av elbilinum. Tann bíligasti eitur “Action”, sum er ein hatchback við einum battaríi á 23,7 kWh, 95 hk og koyrir upp til 180 kilometrar. Bilurin klárar 0-100 km/t eftir 9,5 sekundum.

Ynskja viðskiftafólk ein bil, sum koyrir longri, er møguligt at keypa “Passion”, “Icon” ella “La Prima”, ið bæði fáast sum hatchback, cabriolet og 3+1. Hesir hava eitt battarí á 42 kWh, sum klárar upp til 315 km. Hesi modellini hava ein elmotor við 118 hk, sum klárar úr 0-100 km/t eftir 9 sekundum. Toppferðin er 150 km/t.

 

Kunnu bíleggjast 

Allar útgávur av tí nýggja Fiat 500e kunnu nú bíleggjast hjá Nordcar, og verða fyrstu bilarnir klárir at lata fyrst í komandi ári.

Eru spurningar um Fiat 500e, eru fólk vælkomin at venda sær til Nordcar á [email protected] ella á telefon 290077.