Vælveran hjá øðrum er eisini mín ábyrgd

Vælvera og trivnaður heima og á arbeiðsplássinum er ofta tengd av hvussu vit umgangast onnur og tey okkum. Vita hava sjálvi ábyrgd av okkara egna atburði

Norski sálarfrøðingurin Jan A. Andresen arbeiðir dagliga við konfliktviðgerð á arbeiðsplássum. Hann hevur skrivað bókina "Folkeskikk og uskikk på jobben - konfliktbehandling på arbeidsplassen".

Hann sigur m.a., at um vit eru úti eftir at finna feilir hjá hvørjum øðrum, er tað heilt víst, at vit eisini finna teir.

Tað at vit halda, at vit kunnu broyta onnur, antin tað er á arbeiðsplássinum ella heima, ger, at vit koma í konflikt við tey, vit annars skulu samstarva við. Vi kunnu einans broyta okkum sjálvi og okkara verumáta. Einans tann sum kann yvirvinna seg sjálvan, kann vinna onnur.

Brúka málrættað vinsemi sum strategi. Fá tær vinir við at vísa respekt og vinsemi.

Hvørja ferð vit verða skuffaði av øðrum, er tað tí vit seta órealistiskar væntanir til tey.
Jan A. Andresen heldur, at samveruslit ofta kemst av órealistiskum væntanum av hvørjum øðrum. Orð hava einans tað megi, sum móttakarin loyvir. Vita hava sjálvi ábyrgd av okkara egna atburði og vælveruni hjá hvør øðrum.