Vánaligt av løgmanni at geva mær skyldina

SAMGONGA Tað er vánaligt av løgmanni at venda okkum og Tjóðveldi bakið, eftir at vit bjargaðu honum meiri enn eina ferð

- Hetta er einki annað enn ein vánalig umbering.
Kristin Michelsen, nývaldur tingmaður fyri Javnaðarflokkin, varð tikin á bóli, tá ið hann hoyrdi, at hann skal vera ein orsøk til, at Kaj Leo Holm Johannesen, nú hevur sett Javnaðarflokkin, nú hann roynir at skipa nýggja samgongu og er farin at samráðast um eina borgarliga samgongu ístaðin.
- Tað er vánaligt, at hann leggur so stóran dent á nøkur orð, sum eru fallin í valrúsi, leggur hann afturat.

Hvalba má verða fyrst
Løgmaður hevur sagt alment í Kringvarpinum, at hann vildi royna eina borgarliga samgongu og at tað ikki hevði gagnað Javnaðarflokkinum at ávisir tinglimir í flokkinum høvdu sett fram treytaleys krøv á sjálvum valkvøldinum.
Ongin ivi er um, at Kaj Leo Holm Johannesen sipaði til nývalda tingmannin hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen, sum á sjálvum valkvøldinum staðfesti, at skuldi hann í eina samgongu, var ein nýggjur Hvalbiartunnil ein avgjørd treyt.
Kristin Michelsen staðfestir, at hann hevur ongantíð sagt at ein ein nýggjur Hvalbiartunnil skal gerast nú.
- Eg dugi væl at síggja, at tað fer at bera illa til at fara undir stórar verkætlanir, soleiðis sum tíðirnar eru nú við stórum halli á fíggjarlógini.
- Men eg havi sagt, at ein nýggjur Hvalbiartunnil skal raðfestast fremst og skal vera tann næsti tunnilin, sum verður gjørdur, áðrenn farið verður í holt við tunlarnar norður um fjall.
- Og tað standi eg við, tí hann er ein sonn deyðsfella við tí ferðslu, sum er igjøgnum hann av privatbilum, lastbilum og treylarum í sambandi við tað nógva vinnulívið, sum er í Hvalba.
- Vit ganga bara og bíða eftir, at ein vanlukka hendir og tá ið hon hendir, eru ongir møguleikar fyri bjarging, tí hon er so trong, leggur hon afturat.
Kristin Michelsen hevur eisini kravt, at ætlanin um at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, verður slept.
- Tað kann so aldrin vera nøkur forðing fyri eini samgongu ímillum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, tí síðani hava allir floksformennir váttað, at tað skal ikki henda, sigur nývaldi løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.

Vánaligt
Hinvegin vísir hann á, at at sambandsflokkurin hevur havt eitt gott samstarv við Javnaðarflokkin tveimum teimum síðstu samgongunum.
Eftir at Fólkaflokkurin fór burtur úr, traðkaði Tjóðveldi til og saman fingu teir tríggir flokkarnir, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, umframt Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, framt fleiri stórmál.
Tí heldur Kristin Michelsen ikki, at tað tænir ikki løgmanni til rós, at hann nú við einum eygnabrái skúgvar Tjóðveldi og Javnaðarflokkin til viks.
- Tað er harmiligt, at løgmaður longu hava gloymt, at tað vóru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum bjargaði honum, tá ið á stóð.
- Vit bjargaðu eisini løgmanni, tá ið hansara egnu floksfelagir vendu sær ímóti honum.
Kristin Michelsen sipar til, at tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap varð samtykt, vóru tað heili trý Sambandsfólk, sum atkvøddu ímóti, nevniliga Bjørn Kalsø, Alfred Olsen og Edva Jacobsen.

Stórar ósemjur
Upp undir valið hevur Kaj Leo Holm Johannesen lagt stóran dent á, at tann nýggja samgongan skal samtykkja og seta í verk fleiri stórar nýskipanir tað næsta hálva árið.
Hann hugsar um at leggja kommunur saman, um at leggja skúlar saman, um at samtykkja eina nýggja eftirlønarskipan.
Hann hevur eisini víst á tað neyðuga í at nýskipa fiskivinnuna við tilfeingisgjaldið.
Kristin Michelsen hevur ikki stórt álit á, at løgmaður kemur nakran veg saman við Fólkaflokkinum.
- Vit vita, at Fólkaflokkurin vil ikki vita av tilfeingisgjaldi.
- Vit vita eisini, at fleiri í Fólkaflokkinum vilja ikki vita av at leggja kommunur og skúlar saman við lóg.
- Og vit vita eisini, at ósemjan innanfloks í sambandsflokkinum er stór um fiskivinnupolikkin.
- Skal tað eydnast teimum at semjast um nakað serligt á hesum økjum, eru tað nógvir tinglimir, sum skulu flyta seg rættiliga langt, staðfestir Kristin Michelsen.