Óvæntaður vinnari

EM í Istanbul, sterkasta opna kapping nakrantíð, er av. Ein navnframur veteranur vann kappingina hjá monnunum, meðan ein svii bleiv evropameistari hjá kvinnunum

Talv

Kappingin um fyrsta pláss varð sum væntað tøtt øll trettan umførini. Av teimum 207 luttakarum í bólkinum hjá monnunum, vórðu umleið fimtan telvarar sum heilt fram til næstseinasta umfar kundi vinna EM-heitið.
Tað varð tó ein sum skaraði framúr. Zurab Azmaiparashvili, 43, úr Georgia. Azmai er eingin ungur telvari og er tað tí sjáldsamt, at ein kann bróta seg upp til 2700 ratingmarkið somikið seint í talvkarrieruni. 9,5 stig av trettan møguligum stigum vann Asmai sær, sum eisini er formaður í Georgiska talvsambandinum, sær uttan nakað tap. Ein óvanliga góð skora í sterkastu opnu kapping nakrantíð.
Seint í kappingini vann Azmai við svarta fólkinum á sínum nærmasta kappingarneyta, Malakhov. Teir flestu í toppstríðnum vóru annars nøgdir við javnleik við svørtum, men maðurin úr Georgia vildi meira og savnaði allar kreftir til at vinna á unga russaranum.
Azmai bleiv stórmeistari sum 28 ára gamal, og er tað lutfalsliga seint. Til samanberingar kann nevnast, at Sergey Karjakin fyri umleið einum ári síðani bleiv yngsti stórmeistari í heiminum við sínum tá einans 12 árum.
Spennandi verður at fylgja Azmai, sum nú kanska fær møguleikan at sleppa í part saman við absoluttu elituni í teimum siðvondu sterku kappingunum, eitt nú Linares og Wijk aan Zee

Toppurin:
Azmaiparashvili(2678)9,5/13
Malakhov(2672)9,0
Graf(2630)9,0
Ivanchuk(2704)8,5
+ tíggju aðrir við8,5

Hægst rataði telvarin í kappingini, Ivanchuk, legði varliga út við nógvum javnleikum og fáum sigrum. Hann tapti einki talv og endaði ovarliga við sigri í seinasta umfari, men eftir hansara støði at døma, varð úrslitið kortini heldur skuffandi. Grischuk (2702), sum luttók í 3rd Tórshavn International í 2000, endaði við átta stigum, sum eisini er eitt sindur undir væntaðu skoruna.
Sokolov bjargaði sær kappingina við góðum endaróðri, sum gav honum loksins tey magisku átta stigini. Tað merkir, at hann saman við umleið fjøruti øðrum, hava kvalifiserað seg til komandi HM. Nikolic, sum var í Føroyum um páskini og hjálpti klaksvíkingum undir FM, fekk somuleiðis átta stig og eina HM-billet.
Hjá kvinnunum vann stórmeistarin úr Svøriki, Pia Cramling (2470), eftir umdyst við Cmilyte úr Litava. Hon var ein av favorittunum, og kann nú kalla seg besti kvinnuligi telvari í Evropa. Judit Polgar er sjálvsagt besta kvinna í heiminum við sínum 2715 ratingstigum. Hon telvar nú bert saman við monnunum. Í løtuni luttekur hon í einari sterkari kapping í Frankaríki.

Bestu norðurlendingar
Peter Heine Nielsen, sum heilt fram til næstseinasta umfar lá heilt frammi í oddinum, bleiv í júst tí umfari niðurspældur av Malakhov, ið bert nýtti 25 leikir at berja niður tann annars trygga danan. Peter Heine leikti síðani ein skjótan javnleik í seinasta umfari fyri at tryggja sær HM-luttøku. Sum heild enn ein góð kapping hjá tí nærum tveir metur langa dananum.
Sviin Agrest hevði eisini eina góða kapping við átta stigum, og verður hann saman við Peter Heina einastu norðurlendsku umboð í HM, sum verður seinni í árinum, ella tíðliga í komandi ár.