Vísa dystin á stórskíggjum kring landið

Áhugin er stórur fyri U21 landsliðnum

Í kvøld klokkan átjan møtir U21 landsliðið hjá monnum, ið eftir tveir dystir eru ósigraðir í HM-endaspælinum í Algeria, sína higartil sterkastu mótstøðu, tá teir spæla móti grannatjóðini Noreg.


Eftir at hava vunnið móti Kili og Suðurkorea kann landsliðið tryggja sær víðari luttøku í endaspælinum við einum javnleiki móti grannatjóðini.


Áhugin tykist at vera stórur fyri landsliðnum, og hóast dysturin verður leiktur í Algeria, so fáa føroyingar møguleikan at savnast og stuðla landsliðnum í kvøld. Bæði í Runavík og Tórshavn verður dysturin nevniliga vístur á stórskíggja.


Í høvuðsstaðnum verður ein stórskíggi riggaður til í Vágsbotni og økið verður stongt fyri ferðslu frá átjan, so fjepparar kunnu sita tryggir og fylgja landsliðnum, meðan eysturoyingar kunnu leita sær í Løkshøll, har dysturin verður vístur á stórskíggja.