V sagt øllum fólkum upp­

Vikublaðið V hevur sagt øllum starvsfólkunum úr starvi, og blaðið kemur ikki út hesa vikuna. Nú samráðast útgevararnir við onnur um samstarv, so blaðið kann koma útaftur.

Seinastu mánaðirnar hava føroyingar fingið blaðið V borið ókeypis heim. Blaðið hevur seinastu tíðina verið vikublað, men hesa vikuna verður einki V borið út til føroyingar. Útgávan er fyribils steðgað.

Rógvi Róin, sum er stjóri í Mess Media, ið gevur V út, váttar, at øll starvsfólkini á V eru søgd úr starvi. Seks fólk vóru í fulltíðarstarvi á V umframt tveir freelancarar.

Mess Media er nú í samráðingum við aðrar partar um samstarv, so at V kann koma útaftur.