Víðskygdar ætlanir í Løgmansrøðu og Ólavsøkupakka - men sosialpolitiska kósin má rættast

Ólavsøkurøða løgmans eigur at vera ein lýsing av tí stevnu, sum landsstýri og samgonga seta fyri komandi arbeiðsárið, og helst eisini miða nakað longur enn so.

Tí eigur løgmansrøðan at svara hesum 3 høvuðsspurningum:

Hvussu er okkara fatan av teirri støðu vit sum samfelag standa í og hvussu eru framtíðarútlitini?

Hvørji kós og hvørjum málum stevna vit eftir sum landsstýri og samgonga?

Hvørjar politiskar ætlanir skulu vit fremja fyri at røkka málunum?

 

Løgmansrøðan einsamøll svarar ikki øllum hesum men er meira sum ein fagurlittererur karmur um Ólavsøkupakkan og ætlanir hjá landsstýrisfólkunum fyri tingsetuna.

 

Taka vit fyrsta spurningin um støðulýsingina, so manglar hendan analysan sum eigur at vera útgangspunktið fyri okkara handlingum. Hinvegin er hon í ein ávísan mun í Ólavsøkupakkanum, men átti eisini har at verið meira útgreinað tá man nú tekur so víðgongd stig.

 

Taka vit næsta spurningin um kós og mál, so framgongur tað tíbetur greitt av løgmansrøðuni, at tað er yvirorðnaða málið hjá samgonguni at skapa eitt gott samfelag, styrkja okkara vælferðarskipanir so allir samfelagsbólkar kunnu fáa so góðar lívsumstøður, at vit tryggja møguleikarnar fyri at búleikast og skapa sær eina góða tilveru her - nú og í framtíðini. Í so máta er tað ein góð Løgmansrøða, sum eg vil takka løgmanni fyri. Tíverri stendur hetta tó í ávísan mun í mótstríð við summar av ætlanunum serliga á almannaøkinum. Tað skal eg venda aftur til.

 

Taka vit triðja spurningin um politisku arbeiðsætlaninar, so lýsir løgmansrøðan væl nógvu ætlaninar hjá landsstýrisfólkunum. Haraftrat kemur so allur Ólavsøkupakkin við eini ørgrynnu av bæði smáum og víðfevndum ætlanum.

 

So tí má metingin gerast av Løgmansrøðuni og Ólavsøkupakkanum sum eitt samlað útspæl frá landsstýrinum. Eg havi hoyrt nógvar illfýsnar reaktiónir frá andstøðuni og onkrum samgongulimum, enntá í løgmansflokkinum. Tað er at undrast yvir, tí ein og hvør við minstu respekt fyri veruleikanum veit, at eitt so sterkt og víðfevnt útspæl til politiska handling er snøgt sagt aldrin áður lagt fram í einum og at fremja innan so stutta tíð. Tað vil eg rósa Jóannesi Eidesgaard landsstýrismanni fyri, tí eg veit at tað liggur eitt ómetaliga stórt politiskt arbeiði aftanfyri at koma higartil.

 

Eg eri eisini glaður fyri, at okkara landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum heilt frá byrjan helt fast við, at vit vildu virða sáttmálarættin hjá fakfeløgunum og tí ongantíð fóru at lóggeva um lønarsteðg, og at lønarhækkingarnar tí vera innroknaðar í útreiðslukarmin fyri fíggjarlógina komandi ár.

 

Lat meg síðan taka nøkur av ítøkiligu málunum upp, sum eg vil leggja dent á.

 

Fiskivinnupolitisk ætlan um loyvisgjald og brúksskyldu.

Javnaðarflokkurin ætlar at halda fast um fráboðanina í løgmansrøðuni um fiskivinnupolitiskar broytingar tá tað verður sagt, at ”Landsstýrið er farið at kanna møguleikan at seta eina skipan við loyvisgjaldi á stovn, íð verður oyramerkt í ein bygnaðargrunn, sum kann skunda undir at tillaga flotan”, og víðari: ”Landsstýrið er somuleiðis farið undir at endurskoða fiskivinnulóggávuna við atliti at brúksskyldu av fiskirættindum, umsetiligheit og útlendskum íløgum”. Í Javnaðarflokkinum taka vit hetta sum eitt fyrsta stig til at fremja tað fiskivinnupolitiska siðaskifti sum táverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard boðaði frá í síni Ólavsøkurøðu í fjør.

 

Arbeiðsmarknaðarpolitiskar stórbroytingar

Á vinnuøkinum annars fegnist eg um tvær progressivar arbeiðsmarknaðarpolitiskar stórbroytingar, sum báðar eru veldug framstig fyri verkafólkið í Føroyum, bæði á sjógvi og landi. Onnur er nýggja arbeiðsskaðatryggingarlóggávan sum endiliga eftir 10-15 ára togarí er komin uppá pláss. Og hin er reformurin av arbeiðsloysisskipanini – eisini eitt mál sum man hevur tøvt í í áravís uttan at koma nakra leið.

 

Styrkja brúkarapolitikkin

Hinvegin so haldi eg at tað er burturvið at taka stuðulin til Brúkarasamtakið burtur. Tvørturímóti er neyðugt at styrkja politiska innsatsin á brúkaraøkinum, og vil heita á landsstýrismannin um at fara ígongd við arbeiðið at gera nýggja keypilóg, fastognarkeypilóg og lóggávu um brúkarakærunevnd – tí fyri tað um vit hava fingið ein brúkaraumboðsmann, so mangla dagføringar av alla aðrari brúkaralóggávu, sum m.a. ger at enn hevur føroyski brúkarin ongan instans at kæra til um persónlig brúkarakeyp.

 

Visjónir um útbúgving og gransking

Síðani fegnist eg um ætlaninar á økinum fyri útbúgving og gransking: endiliga eitt landsstýrisfólk á hesum økinum, sum hevur visjónir og áræði til at fremja strukturellar broytingar á øllum útbúgvingarøkinum. Gleði meg eisini yvir ætlaninar viðv. granskingini, har man hevur ítøkiligar ætlanir um eina kapitalinnspræning uppá einar 2-300 mió til gransking, menning og nýskapan yvir 5-7 ár, m.a. við serligum atliti at nøkrum satsningsøkjum, har eg sjálvur vil peika á sosial- og heilsufrøðiligu granskingina. Eg fegnist eisini um, at tann so nógv umrødda Granskingarparkin eisini skal fremjast við hesi kapitalinnspræningini, sum m.a. skal fáast til vega úr passivum kapitalupphópingum á fleiri almennum grunnum.

 

Heilsupolitikkurin við nýggjum róðursmanni

Nú er ongin loyna at tað eru allar ætlaninar á heilsuøkinum sum standa mínum hjarta nærmast. Tað verður gjølla greitt frá tí í løgmansrøðuni, og skal heldur ikki taka høvi frá nýggja landsstýrismanninum, partamanninum Aksel Johannesen, at umrøða tær progressivu ætlaninar, og eg skal ynskja honum bestu eydnu við at fremja tær í verki. Hann skal ikki mangla politiskan uppbakning skal eg lova honum.

 

Almannapolitisk átøk

Á almannaøkinum er gott at arbeiðið við nýggjari sosiallóggávu er farið ígongd, at man heldur fast um ætlaninar at uppbyggja eina landsfevnandi endurvenjingarskipan fyri fólk við førleikatarni, at man fer at koma við uppskoti um eitt barna- og ungdómsráð, at man fer at koma við uppskoti um ein eldralóg, og serliga gleðist eg um avgerðina um at seta nýggjar 95 mió kr av til íløgur til eldrabúpláss tey næstu árini.

 

Ber ikki til at reka fyritíðarpensjónistarnar til hús

Hinvegin má eg nevna nøkur mál á almannaøkinum, sum skemma Ólavsøkupakkan og sum eg havi ógviliga ilt av.

Fyrst er tað ætlanin um at avtaka mótrokningarfríu upphæddina uppá 85.000 kr hjá FP, so tað skal mótroknast við 25% frá fyrstu krónum. Hetta er beinleiðis í mótstríð við allar forbetringar sum frammanundan eru gjørdar, har man m.a. Hækkaði lægstu FP við 2600 kr. um mánaðin og lækkaði mótrokningina úr 60 til 30% júst fyri at eggja FP til at hava eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum alt eftir førleika. Men hetta uppskotið rekur allar fyritíðarpensjonistar til hús, og tað kann aldrin vera meiningin.

 

Mótrokning og pensjónsaldur

Tað sama havi eg hug at siga um sparingarnar á Fólkapensjónsøkinum, har man nú eisini vil mótrokna frá fyrstu krónu og haraftrat hækka pensjónsaldurin. Hetta eru alt ov ógvislig tiltøk. M.a. fer økta mótrokningin beinleiðis at kosta pensjonistunum við lægstu hjáinntøkunum yvir 700 kr. um mánaðin í skerjing av pensjónsviðbótini. Her mugu vit finna ein annan veg, og eg veit at tað ber til. Tað sama er við ætlanini at hækka pensjónsaldurin. Tað er ongin loyna, at út frá teirri sannroynd, at vit frammanundan hava hægsta pensjónsaldur í Europa, og hava mest positivu gongd í fólkasamansetingini millum ung og gomul, so keypi eg IKKI handa pástandin hjá ávísum búskaparfrøðingum, at vit eru noydd at hækka pensjónsaldurin, tí annars hóra vit ikki undan. Har hava vit í Javnaðarflokkinum peikað á eitt nógv betri uppskot um ein flexiblan pensjónsaldur, har vit fasthalda rættin til pensjón við 67 ár, men fólk alt eftir sínum arbeiðsførleika skulu kunnu fáa pensjón áðrenn 67 ár av sliti, ella hinvegin skulu eggjast til sjálvboðin til at útseta sín pensjónsaldur og fáa nakrar fyrimunir av tí.

 

Mugu ikki fremja drastiskar skerjingar á brekaøkinum

At enda undrist eg stórliga yvir ætlaninar um at tálma útreiðsluvøksturin á Vanligari forsorg við 18,4 mió. kr. Vit skulu minnast til at av teimum 163 mió til Vanliga forsorg fara heilar 132 mió til fólk við breki, til endurbúgving og vard størv og til hjálpartól. Eg dugi snøgt sagt ikki at síggja hvussu hetta skal kunna bera til uttan drastiskar skerjingar í veitingum og tænastum til samfelags allar veikastu bólkar. ?

Mugu ikki sleppa sosialpolitiska samhaldsfestinum

Hesum ætlanunum á almannaøkinum mugu vit hyggja nærri eftir, tí skulu vit liva upp til føgru málini í okkara samgonguskjali og í løgmansrøðuni, so vilja vit í Javnaðarflokkinum halda fast um sosialpolitiska samhaldsfestið í øllum okkara vælferðarskipanum. Tað ivist eg ikki í at vit eisini kunna finna semju um í samgonguni, tí hetta eru ógviliga smáar broytingar í tí stóra høpinum sum allur Ólavsøkupakkin fevnir um. Eisini tí tað eru fleiri mátar til at gera hesar broytingarnar útreiðsluneutralar, so ætlaði útreiðslukarmurin ikki verður hækkaður.