Rás2 gjørdi nakrar upptaktssamrøður seinnapartin í dag í sambandi við, at steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í flogbólti verða avgreiddar í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :
1) Samrøðu við Gudrid Nolsøe (TB).
2) Samrøðu við Ruth Thomassen (Dráttur).
3) Samrøðu við Ólav Jensen (SÍ).
4) Samrøðu við Bartal Eliasen (ÍF).
5) Samrøðu við Jákup Fjalsbak, formann í flogbóltssambandinum.
Flestøll vænta tvær javnar steypafinalur, sum kunnu enda við fimm settum. Bartal Eliasen væntar tó, at ÍF vinnur mansfinaluni við 3-1.