Marita Dalsgaard
úr Keypmannahavn
LO og DA hava síðani hósdagin havt samráðingar um eina møguliga loysn, nú tá limirnir í teimum fakfeløgunum, sum hava haft samráðingar um ein nýggjan sáttmála, søgdu nei til úrslitið.
Tað eru bert tveir møguleikar fyri eini loysn nú. Annar møguleikin er, at LO og DA semjast um eitt nýtt uppskot til sáttmála, sum aftur skal til lima-atkvøðu. Hin møguleikin er, at Fólkatingið fastsetur sáttmálarnar við lóg.
Limirnir kunnu siga nei eina ferð afturat
Men ein semja millum LO og DA er ikki tað sama, sum ein endalig loysn. Marran hjá teimum fakligu leiðarunum - at limirnir siga nei eina ferð afturat - kann gerast veruleiki.
Uppskotið um ein nýggjan sáttmála skal tí vera ógvuliga gott, áðrenn teir fakligu leiðararnir aftur tora at senda uppskotið til lima-atkvøðu. Ein nýggj kanning vísir, at tað skulu minst tveir frídagar til, áðrenn limirnir atkvøða ja.
Ein lima-atkvøða tekur minst tríggjar dagar. So finna LO og DA eina semju, og limirnir siga ja, verður farið aftur til arbeiðis mánadagin.
Hendir tað fyri fakfeløgini óhugsandi, at limirnir siga nei eina ferð afturat eru fakfeløgini í eini heilt nýggjari støðu. So uppskotið til sáttmála skal sum nevnt verða gott, áðrenn tað verður sent til lima-atkvøðu.
Fólkatingið kann lógfastseta eina loysn
Hin møguleikin er, at Fólkatingið við lóg fastsetur sáttmálarnar, sum skulu galda fram til tær næstu samráðingarnar. Tað er ikki nakað sum partarnir ynskja. Teir vilja helst sjálvir finna eina loysn.
Tað er heldur ikki nakað, sum tann danska stjórnin ynskir.
Fyrst og fremst meina allir flokkar, at partarnir sjálvir skulu finna eina loysn. Harafturat er tað ikki lætt hjá tí nývaldu javnaðar- og radikalu stjórnini at blanda seg uppí sáttmálarnar. Tann nýggi arbeiðsmálaráðharrin er fyrrverandi fakfelagsleiðari.
Semjan við teimum borgarligu flokkunum
Tað er heldur ikki lætt at peika á eina loysn, sum Fólkatingið kann lóggeva um og sum báðir partar kunnu liva við. Sum øll vita, hvílir stjórnin á bert einari atkvøðu - nemliga tí føroysku javnaðaratkvøðuni - og hon kann ikki brúkast í hesum málinum. Tað merkir, at meirilutun skal finnast saman við teimum borgarligu flokkunum í Fólkatinginum. Men tað sum hesi kunnu semjast um er kanska ikki nøkur loysn løntakararnir kunnu góðtaka. Tað kann tí blíva verkfall einaferð afturat, tí at løntakararnir ikki vilja finna seg í sáttmálanum. So verða tað, tað sum man í Danmark kalla ?vilde strejker? sum eru verkføll, sum ikki fylgja teimum reglunum, sum er avtalaðar millum LO og DA.
Poul Nyrup Rasmussen bað partarnar mánadagin um at fáa semingsmannin uppí fyri at finna eina loysn. So stjórnin er so smátt farin at hótta partarnar.
Amsterdam-sáttmálin spøkir
Herumframt spøkir atkvøðan um Amsterdam-sáttmálan, sum er tað nýggja grundarlagið fyri samarbeiðið um EU. Politikkararnir eru bangnir fyri, at løntakararnir fara at revsa teir fyri at lóggeva ein sáttmála við at atkvøða nei til Amsterdam. Eingin ja-flokkur ynskir at ?Det nationale mareridt?, sum tann 18. mai ofta nevnist av hesum flokkum, skal endurtaka seg.
Tá atkvøðan um Amsterdam er 28. mai er ikki lang tíð til at finna eina semju. Bæði stjórnin, LO og DA hava sett nógv í verk fyri at fáa eitt ja til Amsterdam-sáttmálan. Men nú meðan partarnir eru ósamdir um eina loysn um sáttmálarnar, liggur hetta arbeiðið heilt stilt.
Dýrt fyri samfelagið
Tað er sostætt eingin løtt loysn í løtuni. Men so gott sum øll eru samd um, at verkfallið má enda heilt skjótt. Verkfallið er dýrt bæði fyri tann einstaka, fyri virkini sum missa nógvar bíleggingar og harvið eisini fyri samfelagið.