Tá seyðasýning var í Sandoynni hin 9. november í ár, fekk Jóhan Petur Kjærbo, bóndi í Høvdarhaga (Heimaru helvt) fyri tíggjundu ferð á rað virðisløn fyri vakrasta lambið.
Vakrasta lambið er eitt veðurlamb, sum er sett við og sum seinni í hesum mánaðinum fer í hagan sum brundsseyður.
Eitt er sum bóndi ella ánari at vinna ein slíkan heiður av og á, men tað má sigast at vera rættiliga flott at eiga vakrasta lambið á hvørjum ári - heili tíggju ár á rað.
Teir, sum koma í oynna at sýna seyðin, eru uttanveltaðir, og tá lombini verða sýnað, vita teir ikki, hvør eigarin er.
Vit spurdu Jóhan Petur Kjærbo, hvussu tað ber til, at hann øll hesi ár á rað hevur átta vakrasta lambið.
- Ja, tað er so tað. Eg havi stóran áhuga fyri seyði, og í haganum hjá okkum gera vit nógv burtur úr at velja vakrar og góðar brundsseyðir. Eitt veðurlamb, sum vinnur slíkan heiður, sleppur gjarna at liva í nøkur ár, sigur hann.
Umleið 90 seyðir vóru við á sýningini á Sandi 9. november, harav tríggir veðrar.
Tá seyður verður sýnaður, hyggja sýnsmenninir eitt nú at beinum, kroppi og hornum.
Í Høvdarhaga Heimaru helvt hevur Jóhan Petur Kjærbo umleið 170 áseyðir, og tað er hann, sum vit síggja uttast høgru megin á myndini.
Vit kunnu leggja aftrat, at Jóhan Petur Kjærbo eisini er mjólkarbóndi í Skopun.