Vaksandi áhugi fyri oljuleiting við Føroyar

Áhugin fyri at vera við í oljuleitingini við Føroyar er vaksandi. Eitt av verandi oljufeløgunum hevur keypt seg inn í sjeynda brunnin, sum verður boraður í næsta mánað, og eitt oljufelag, sum er ókent um okkara leiðir, hevur søkt Jarðfeingi at sleppa upp í part eisini.

OMV (Faroe Islands) Ex­plora­tion GmbH er nýggj­ur loyvishavari í olju­leit­ing­arloyvi 005. Johan Dahl, lands­stýrismaður í Vinnu­mál­­um, hevur góðkent, at OMV (Faroe Islands) Exp­loration GmbH yvirtekur 20% av eigarapartinum hjá ENI Denmark B.V. í loyvi 005.
Hóast OMV longu er við í øðrum loyvum á land­grunninum, so merkir henda nýggjasta avgerðin, at enn meira ljós verður varpað á komandi sjeynda brunnin, sum nú skal borast í føroyskum øki, júst 10 ár eftir at fyrstu leitiloyvini vórðu latin.
Upprunaliga áttu ENI 93% og Føroya Kolvetni 7% av loyvinum, men sohvørt hava fleiri onnur feløg bank­að á dyrnar hjá italska fyri­støðufelagnum og bjóðað sær at vera við í boringini.
Eigaraviðurskiftini í loyvinum eru nú hesi:
ENI Denmark B.V. (fyristøðufelag) 55,0%
OMV (Faroe Islands) Exploration GmbH 20,0%
Føroya Kolvetni P/F 12,5%
Cieco Exploration and Production (UK) Limited 12,5%

Hetta merkir, at ikki færri enn fýra tjóðir eru umboðaðar í hesi komandi stóríløguni á føroyska landgrunninum, Italia, Eysturríki, Føroyar og Japan.
Sambært nýggjastu tíð­indunum skilst, at enn eitt útlendskt oljufelag, Dana Petroleum eisini verður við í somu boring.
Eftir ætlan verður byrjað at bora ein leitibrunn á loyvinum í mai í ár við pall­inum West Phoenix. Pallurin kemur til Føroya 20. Mai og byrjar helst boringina umleið 22. Mai. Verkætlanin er mett at taka 75 dagar.

Oljumálaráðharri fegnast
Johan Dahl, landsstýris­mað­ur í oljumálum, fegnast um, at stóra oljufelagið OMV nú eisini er við í komandi boring á Anne Marie leiðini. –Vit eru eisini sera spent um júst hesa boringina, sum liggur fyri framman og sum fer í gongd um ein mánað ella so. Og alt annað líka, tá ein boring fer í gongd, so verður fylgt væl við og áhugin í oljuheiminum fyri økinum er størri enn vanligt. Vit vóna, at henda boringin fer at vísa nøkur áhugaverd úrslit.
Johan Dahl heldur eisini, at júst prospektiviteturin í sambandi við komandi bor­ingini er sera áhugaverdur, og tað prógvar m.a. áhugin hjá oljufeløgum. Hann sig­ur annars, at Jarðfeingi í løtuni viðger eina umsókn frá einum oljufelag, sum ikki hevur verið her áður. Felagið heldur føroyska land­grunninum vera so mikið áhugaverdan, at tað ynskir at gerast partur av leitingini.

Atlantsmótið meira í fokus
Eisini stjórin í Jarðfeingi, Petur Joensen heldur tað vera gott, at feløg, sum longu eru virkin í øðrum loyvum her, eisini vísa sjeyndu bor­ingini á landgrunninum so stóran áhuga, at tey vilja ger­ast partur av hesi verk­ætlanini eisini.
– At OMV keypir seg inn í loyvi 005, merkir samstundis, at ENI minkar um sín part. Tað vísir nokk, at bæði fe­løgini halda boringina, ið stendur fyri framman vera spenn­andi, tó at ENI vil minka um sín váða við at selja ein part burturav. Hetta hevur væl nakað við teirra strategi at gera. Tá man hugsar um, at OMV er virkið í umráðinum og hevur góðan kunnleika til økið, kann tað kanska styrkja trúnna uppá, at alt størri fokus verður vent móti At­lants­mót­in­um sigur stjórin í Jarðfeingi og vísir á, at fundir eru gjørdir, infrastruktururin verður betraður osfr. -Alt tað ivist eg ikki í fer at virka til, at feløg fara at geva økinum størri ans sigur Petur Joensen.

Samstarv ENI og Statoilw
Jarðfeingi upplýsir á heima­síðu síni, at Føroya Kolvetni hevur fingið longt sítt leiti­loyvi 012 á føroyska land­grunninum til 2011.
Sosialurin skilur, at hóast fleiri oljufeløg hava valt at rýma úr Føroyum, so hevur gongdin eisini verið tann, at fleiri av feløgunum hava valt at vera verandi og longja síni oljuleitilloyvi.
Stórur spenningurin í løtuni er tann sjeyndi brunn­urin, sum verður boraður í mai og juni. At fleiri feløg leggjast aftrat kann so bert vera eitt tekin um, at vónirnar til júst hesa leiðina eru stórar.
Sum skilst er eisini tætt samstarv millum tvey tey størstu oljufeløgini, sum eru eftir á landgrunninum, ENI og Statoil. Feløgini hava gjørt sínámíllum avtalu um at lata hvørjum øðrum upp­lýsingar frá sínum boringin. Á henda hátt fær ENI innlit í Brugduboringina, sum varð fyri nøkrum árum síð­ani, og Statoil fer at fáa innlit í úrslitið av Anne Mariebrunninum, sum verð­ur boraður í næstum.