Kári á Rógvi
??????????
Tey flestu hava longu væl áðrenn valið gjørt av við seg sjálvan, hvussu krossurin skal setast. Hjá summum liggur tað fast val eftir val. Ein søgan er um eini hjún í Norðadali í tíðini, tá færri valstøð vóru, og flokkarnir bert vóru tveir í tali. Hjúnini máttu ganga um fjøll at atkvøða; men komin niðaná settu tey seg at práta um valið. Hvørt hevði sína støðu, annað valdi samband og hitt sjálvstýri. Tá samdust tey um heldur at fara heim aftur, tí tey hóast alt bara útlíknaðu hvørt annað.
Onnur harafturímóti kunnu flyta úr einum flokki í annan, ella frá valevni til valevna. Á hvørjum vali eru eisini nakrir nýggir veljarar, sum fyri fyrstu ferð kunna seta sín kross.
Valstríðið skal so flyta marginalarnar og fáa tey flokstrúgva at fara á val, heldur enn at sita heima.
Stríðið upp undir val
Tað gamla var, at øll valskeið vóru líka long. Tingfólk vistu, at tey høvdu frið í fýra ár at gera sítt besta. Toluliga langsiktaðar loysnir vóru møguligar, tí tað ópopulera varð helst gloymt og úrslitini stóðu vónandi eftir og talaðu fyri seg. Hetta var fyri tað mesta skipanin frá tí løgtingið varð endurreist í 1852 til yngra stýrisskipanarlógin kom í gildi gott 140 ár seinni. Undantøk vóru t.d. undir krígnum og tá ACE samgongan slitnaði í 1980. Nú hava klók høvd givið løgmanni rætt at skriva út val í ótið, tí hetta skal vera alneyðugt fyri valdsbýtið (skil, hvør ið vil) og báðir løgmenninir eftir nýggju skipanini hava brúk henda møguleikan.
Stríðið á hesum sinni gjørdist tí nakað stutt. Tómir flokskassar og jólafriðurin gjørdu sítt til, at valstríðið ongantíð gjørdist tað, tað plagdi. Meðan uttanlandsskuld, búskapargongd, rískisstøða ella vælferðarskipanir fyrr hava verið valtema, so var trupult at hóma nakað tema til hetta valið.
Samkynd
Og tó, nøkur evni vóru serliga frammi. Yndisevnið hjá miðlafólkum vóru tey samkyndu.
Í stuttum sagt er hetta eitt politiskt og moralskt dilemma. Øðrumegin vilja siðbundnir føroyingar ikki hava onnur sløg av samlívi at kappast við hjúnarlagið um almenna viðurkenning. Hinumegin vilja tey kulturradikalu júst hava samkynda lívsformin alment viðurkendan. Kjakið um skrásetta parlagið og rættartrygd er fyri tað mesta ein flýggjan frá politikki.
Sera nógv er at gera, tá ræður um rættartrygd, arv, pensjón, foreldramyndugleika og annað, tá talan er um annað samlív enn hjúnalagið, herundir serliga ógift samlív millum mann og kvinnu, men eisini viðvíkjandi børnum hjá foreldrum, ið ikki eru saman, og øðrum við. Men ongin hevur alment raðfest eina almenna endurskoðan av øllum hesum, heldur ikki journalistarnir.
Í staðin velja miðlafólk at tráðspyrja um tey samkyndu. Onkur floksformaður varð stórt sæð ikki spurdur um annað enn tey samkyndu. Umaftur og umaftur fingu vit staðfest, at hetta fyrst og fremst er ein spurningur fyri einstaka tingmannin og fyri almenna samfelagskjakið, hetta er ikki nakað upplagt floksmál. Sum evni í valsendingum var hetta toygt og tannlað alt ov nógv, helst til skaða fyri royndirnar at bøta um rættarstøðuna samkyndum eins og øðrum.
Skattir og stuðul
Skattur og studningur vóru nógv frammi. Her hevði tað ligið væl fyri at kanna eitt sindur nærri, hvørjar avleiðingarnar eru av ymsum politikki.
Summi vilja vera við, at lægri skattur merkir størri ferð á búskapinum og harvið meiri framleiðsla og vælferð. Hetta er helst so - í øllum førum viðhvørt. Men skattur er ikki bara skattur. Vit hava alt frá inntøkuskatti og MVG, til toll og punktgjøld, til nevtoll sum útvarps- og sjónvarpsgjald, til arbeiðsmarknaðargjøld sum ALS og samhaldsfasta.
Búskaparfrøðingar vita helst at siga nakað um, hvørjar av hesum skattum tað loysir seg best at lækka, tá ræður um at fáa ferð á búskaparhjólið. Týðandi spurningur er, tá vit hugsa um vallyftini: hvat gera fólk, um inntøkuskatturin lækkar? Summi vilja vera við, at tey fara at arbeiða meira í gleðini um at fáa meiri í sín part. Onnur halda, at fólk tvørturímóti heldur arbeiða minni, tí tey fyrr hava fingið nóg mikið til seg og síni. Annar spurningur er, hvat ger størri mun, lægri botnfrádráttur, lægri marginalskattur ella kanska hægri mark fyri toppskatti? Her hevði verið óført við nøkrum gløggum eygleiðingum frá frøðingum.
Stuðulin til fiskivinnuna varð í síni tíð lækkaður, og fiskivinnan tykist hava lagað seg til vanligar búskaparlógir síðani. Nærum full semja er um, at rakstarstudningur er av tí ónda.
Alíkavæl hoyra vit graml um stuðul til rækjur og mjólk. Tað er løgið, at vit ikki grundað á royndirnar við fiskivinnuni annars kunnu meta um, hvørt rækjuvinnan bert skal ígjøgnum eina tillaging nú, sum tingmenn í síni tíð útsettu við teimum nógv umrøddu lánsumleggingunum, ella vandi veruliga er fyri at missa søgulig rættindi, tøki og kunnleika fyri borð. Viðvíkjandi mjólkini er sera vist, at varð stuðulin tikin av í einum, høvdu teir ódugnaligu givist; teir dugnaligu bøndurnir høvdu tá framleitt somikið meira, at teir høvdu fingið betri úrslit - eisini við lægri prísi.
Tað er spell, at vit ikki hava ráð til granskarar, miðlar, viðmerkjarar og politiskar floksskrivstovur, sum kunnu koma nærri at tølunum, hvat hesum evnum viðvíkur.
Gras, glas og fjas
Føroyingar eru ótrúðliga áhugaðir í politikki. Síðsta val fóru omanfyri 90% á val. Hetta er snøgt sagt fantastiskt, tá vit hugsa um, hvussu mong eru í ørviti, burturstødd, sjúk, óinteresserað í politikki - ella bara í iva.
Fyri ein part er tað undirhaldið í politikkinum, sum hevur gjørt, at nærum øll fara á val. Stemningurin er har, tá tað er val í Føroyum. Eg havi sjálvur upplivað val í fleiri øðrum londum, og tað er ikki tað sama. Føroyingar sita við sjónvarpið og útvarpið sum um landsdystur var. Familjur savnast, gestir boðnir á gátt, matur sum til høgtíð.
Allastaðni um landið var fyrr orðaskifti upp undir val. Almennir fundir, har eisini veljarin fekk orðið. Teir stóru ferðaðust til øll valstøðini, tey lokalu royndu at standa teimum kurl.
Fyri tey mest ivrigu var orðaskiftið í Norðurlandahúsinum hæddarpunktið. Tey flestu høvdu tikið støðu, tá komið var so langt út. Í øllum førum vóru tey fægstu í salinum til at umvenda. Hesi komu ofta meira at heppa og klappa enn akkurát at lurta.
Vit kundu vænta okkum fýra-fimm brandrøður frá hvørjum flokki, og rómurin var øgiligur. Tá Juul Jacobsen helt at fiskifrøðingar ikki kendu annan murt enn sín egna, tá Pauli Ellefsen legði Finnboga Ísakson undir at hava tikið tjóðveldið aftanífrá, og tá Alti Dam doyvdi viljamenn við síni buldrandi bassrødd, var tað ongin kabarett og ongin landsdystur, sum hevði størri undirhaldsvirði.
Fimm vóru evnini
Kringvørpini vildu tað øðrvísi á hesum sinni. Hetta vóru røttu evnini, men tíverri til skeiva tíð. Tey fimm evnini vóru so breið, at tey fevndu um stórt sæð allar politiskar spurningar. Vit fingu aftur fimm røður frá hvørjum flokki, men harafturat fimm formansumfør.
Eg havi aldrin vita, at fólk fóru úr aftur salinum undir orðaskiftinum í Norðurlandahúsinum. Kanska onkur var sprongdur og skuldi út um á wc, men ikki var so, at alt at durðum stormaði.
Eftir hálvt fjórða umfar orkaði eg ikki longur. Sveittur og keddur fór eg útum at lurta, og haðani oman til vermóðir at fáa mær drekkamunn. Tá eg fór úr salinum vóru tíggju tóm pláss aftanfyri meg og trý frammanfyri. Tað var sum á Orminum Langa: har tók fólk at tynnast.
Hugskotið var í sjálvum sær gott. Lat okkum kjakast um tey týðandi almennu evnini, tjóðskaparstøðu, vælferð, skúla, samskifti, og vinnu. Hetta hevði tó verið betur egnað í byrjanini av valstríðnum, tá enn var møguligt at seta onkran politiskan stampin, enn móti endanum, tá meira ráddi um at gogga tær síðstu stemmurnar, ið vóru komnar at borði.
Var tað ikki fyri tveimum herligum og erligum, men tíverri politiskt berligum valevnum, var lítið lív í.
Eitt tyktist tó prógvað. Útvarpið og sjónvarpið kundu saktans lagt saman. Tað ber væl til bæði at framleiða útvarp og sjónvarp og innanhýsis óheftar sendingar undir einum taki. Hevði fundurin ikki verið so keðiligur, hevði eg ikki havt stundir at hugsa nærri um tað.
Set kross
Hetta valið kom eitt sindur óvart á tey flestu. Vónandi fara vit at taka av aftur henda ósið við vali í ótíð, og vónandi fara vit at hava betri ráð til miðlar og granskarar í framtíðini. Vónandi verður eisini politikkur meiri undirhaldandi í framtíðini.
Men, framtíðin kemur ikki av sær sjálvari. Farið tí øll á val og prógvið enn einferð, at vit føroyingar eru verðinsmeistarar í demokratii. Setið tykkum síðani væl til rættis, bjóði ommuni og grannanum til náttura og setið okkurt gott á borðið. Gott val!