Tað bleiv til tríggjar treytaðar frádømingar av koyrikortum og tvey klipp í koyrikortið, tá løgreglan eina løtu gjáramorgunin gjørdi ferðkanningar á Oyrarbakka við vegamótið, har vegurin frá Norðskála kemur úti í landsvegin á Oyrarbakka – tunnilsvegin.
Men orsøkin til, at tað gekk so galið hjá fleiri bilførarum er ikki tí, at teir koyrdu so øgilóga nógv skjótar, enn tú hevur lov at koyra á vanligum landsvegum. Tað er tí at hámarksferðin er niðursett til 60 km um tíman á hesum vegastrekkinum. Og tá ferðin er niðursett, so fellir hamarin nógv skjótari – brotið verður revsað so mikið nógv skjótari.
Løgreglan máldi ferðina á staðnum millum klokkan 9 og 10:30. Og hetta tíðarbili fingu tríggir bilførarar treytaða frádøming av koyrikortinum – tveir fyri at koyra 84 km um tíman og ein fyri at koyra 85 km um tíman. Sjálvt um løgreglan trekkir 3 km um tíman av fyri at sleppa undan óvissu, so verður tað 82 og 81 km um tíman, sum er nóg mikið til treytaða frádøming, tá hámarksferðin er sett niður til 60 km um tíman.
Tveir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið – ferðin hjá teimum var niðan fyri 80 km um tíman.
Vaktleiðarin á politistøðini minnir á, at fólk geva tí gætur, tá ferðin er niðursett, og at tað verður nógv harðari revsað, um tú tá koyrir ov skjótt.
Júst hetta vegamótið á Oyrarbakka/Norðskála hevur verið nógv umrøtt ofta, tí har eru hendar fleiri álvarsligar ferðsluvanlukkur, sum eisini hava kravt mannalív. Men er einasta átakið at hámarksferðin er sett niður. Tosað hevur verið um at gera rundkoyring ella at ferðslan millum Oyrarbakka og Norðskála kundið verið undir vegnum. Men enn er ikki komið á mál við tí.











