Vandi fyri at landsliðið koblar úr

Jákup Mikkelsen heldur, at tað hevði verið rætt at goymt umfør í landskappingini inntil landsdystirnir vóru spældir, og fleiri venjarar eru av tí áskoðan, at tað hevði verið betri at spælt fótbólt um heystið enn um várið

LANDSLIÐIÐ

Í morgin fer fótbóltslandsliðið av landinum. Setningurin er stórur. Leygardagin skulu teir spæla í Litavia, og mikudagin í komandi viku fara teir at standa andlit til andlit við týsku varaheimsmeistararnar.
? Hetta er spennandi, men eg kvígi fyri, um vit vera so væl fyri, sum vit kundu havt verið.
Tað er annar av málverjunum, Jákup Mikkelsen, sum sigur hetta, og hann útgreinar sítt sjónarmið soleiðis:
? Mínar royndir eru, at spælararnir eru ikki so væl tunaðir inn á landsdystirnar, sum eru á skránni eftir kappingarlok í Føroyum, sum teir eru til dystirnar, ið eru á skránni, meðan landskappingin framvegis er á skránni. Tá vit vóru saman til dystin ímóti Skotlandi, vóru spælararnir heilt væl fyri. Tað noyddust teir at vera, tí avgerandi umfør í landskappingini stóðu fyri framman. Leygardagin var síðsta umfarið á skránni í landskappingini. Spælararnir eiga at vera væl fyri kropsliga, og eg ivist ikki í, at teir eru tað. Trupulleikin er, at teir sinniliga eru meiri ella minni úrkoblaðir. Spenningurin um gull og Europa Cup er útloystur, fleiri vóru í veitslu leygarkvøldið, og eg veit ikki, um teir hava runnið mánadagin og týsdagin, áðrenn teir í morgin fara avstað við landsliðnum.
Men ger hetta so nógv, tá teir hava vant síðani í januar?
? Tað ger ikki so nógv, men tað skal so lítið til. Um vit ikki eru hundrað prosent á toppinum, so gongur tað útyvir heildina, og so fáa vit sovorðin úrslit, sum vit eitt nú fingu í Sveis, tá kappingin var liðug.
Í Noregi spæla teir álmanakkakapping, akkurát sum tað verður gjørt í Føroyum. Har eru tvey umfør eftir av hesum kappingarárinum. Tey verða spæld, tá spælararnir koma aftur frá landsdystunum, sum eru á skránni leygardagin og annan mikudag.
? Hetta ger, at teir eru hundrað prosent tundaðir inn á landsliðsuppgávurnar. Teir hava ikki sinniliga koblað úr, og tað sást aftur, heldur Jákup Mikkelsen.

Eiga at umhugsa broytingar
Í KÍ leikskránni undan heimadystinum ímóti GÍ segði royndasti føroyski venjarin, Johan Nielsen, at hann var av tí áskoðan, at føroyska fótbóltsárið átti at verið forskotið, soleiðis at tað varð farið undir fótbóltin seinni enn nú, og at tað varð hildið fram longri út á heystið.
Jógvan Marin Olsen, venjari hjá NSÍ og hjálparvenjari á landsliðnum síðani 1996 er samdur í hesum sjónarmiðnum:
? Vit fara undir venjingarnar í januar, og fyrsta umfarið í landskappingini er á skránni fyrst í mai. Tað er nóg mikið við fyrireikingum í 6?8 vikur. Steypakappingin eigur at vera á skránni, men hon verður altíð órógvað av kava og illveðri.
Hvat skal so gerast?
? Tað hevði verið vert at umhugsað sjónarmiðið hjá Johan Nielsen.
Kvígur tú fyri, at landsliðsspælararnir ikki eru nóg væl fyri?
? Tað eiga teir ikki at vera. Teir hava nógvar royndir og vita, hvat tað snýr seg um, tí longu tá teir fóru undir fyrireikingarnar til nýggja árið, vistu teir, nær fótbóltsárið fór at verða liðugt. Tá vistu landsliðsspælararnir, sum framvegis nógvir eru teir somu, a tteir skuldu spæla í Litavia og Týsklandi fyrst í oktober Men vandin fyri tí, sum Jákup Mikkelsen sigur, er alla tíðina har. Hann er ikki vorðin minni eftir at alt fleiri spælarar á landsliðnum eru úr føroysku kappingini og ikki úr útlendsku kappingunum, sum teir vóru tað fyri nøkrum heilt fáum árum síðani, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.