Tað var svartasta óhepni, tá ein 48 ára gamal maður í gjár lat lív í einum ferðsluvanlukku í Hoyvík. Tað metir løgreglan.
Tað var í gjár klokkan 08.14, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein skutari og ein bilur høvdu rent saman á Hvítanesvegnum. Førarin á skutaranum, ein 48 ára gamal maður, lat lív.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at kanningarnar higartil benda á, at talan var um eitt óhapp.
– Skutarin var á veg niðaneftir, tá hondin á føraranum tykist at hava rakt eitt av skeltunum á miðjuni á vegnum. Tað gjørdi, at skutarin brádliga snaraði til vinstru og fór inn á hina koyribreytina, har ein mótkoyrandi bilur rendi inn í viðkomandi. Bilførarin royndi at bremsa, men alt hendi so brádliga, at har var einki at gera. Talan var um svartasta óhepni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Allar kanningarnar eru ikki lidnar enn, men løgreglan upplýsir, at eingin av teimum, ið vóru við í vanlukkuni, vóru ávirkaði av rúsdrekka ella nøkrum líknandi.