Vann 33 prosent av landsliðsdystunum

Rúni Nolsøe er gestur í FSF-varpinum hesa vikuna, nú tosað verður um 10. umfar í Effo-deildini.

10. umfar í EFFO-deildini verður spælt um vikuskiftið. Fyrsti dysturin verður longu fríggjadagin klokkan 19.00, tá ÍF og NSÍ spæla í Fuglafirði. Leygardagin spæla FC Suðuroy og B36, meðan dystirnir sunnudagin eru AB-EB/Streymur, TB-HB og KÍ-Víkingur.

 

Gesturin í FSF Varpinum hesaferð er Rúni Nolsøe, ið er skrásettur fyri yvir 300 dystir í fremstu deildini. Rúni hevur upplivað mangt og hvat í føroyska fótbóltsheiminum. Hoyri millum annað um reyða kortið, ið ársins dómari í fjør, Lars Müller fekk á Tvøroyri, og um rumenska venjaran í HB, sum setti stór krøv til spælararnar.