Almennur stovnandi fundur viðvíkjandi Kúrberg-verkætlanini var á Seglloftinum á Tvøroyri fríggjakvøldið. Einir 75 mans møttu til fundin, og var fundurin púrasta avgjørdur um, at farast skal undir eina verkætlan, har skipið verður umbygt til eitt nýmótans motor- og seglskip.
Fyrireikararnir høvdu kallað inn til fundin, har greitt varð frá sjálvari verkætlanini. Verkætlanin er, at Kúrberg verður yvirtikin frá verandi eigara Suðuroyar Sparikassa. Ætlanin er, at alt verður tikið úr skipinum - yvirbygningur, motorur, tangar og alt annað, so bert ein nakin skrokkur verður eftir. Síðan verður farið undir at gera skipið til eitt nýmótans motor- og seglskip, har dentur verður lagdur á, at skipið verður lætt at reka við nýmótans nautiskari útgerð, nýggjum motori og einari seglføring, sum er løtt at handfara. Undir dekkið verður eisini alt gjørt av nýggjum, har ein ikki er bundin av, at gamalt snið skal varðveitast. Dentur verður lagdur á, at skipið skal hava so nógva rúmd undir dekk sum gjørligt. Báturin verður liggjandi við bryggjuna her á Tvøroyri, meðan størsti parturin av arbeiðinum fer fram.
Endamálið er, at Kúrberg, tá hann er liðugt umbygdur, skal rekast í tøttum samstarvi við Salt og soleiðis bjóða út túrar fyri ferðafólk, fiskitúrar, undirvísing, ráðstevnur, framsýningar og framførslur innan mentan, umframt at skipið í møguligum samstarvi við Seglloftið kann fyriskipa minni veitslur o. l. Møguleikin fyri ferðum til grannalondini skal eisini takast við í fyrireikingunum.
Verkætlanin fer ivaleyst at taka eini trý ár, og kostnaðurin fer neyvan at verða minni enn einar 5 milliónir krónur.
Formligi eigarin av skipinum verður ein sjálvsognargrunnur. Nevndin fyri grunnin varð vald av fundinum og hevur skipað seg við Jóannes Eidesgaard sum formanni, Ólavi Rasmussen sum næstformanni og Jákupi Enni sum nevndarlimi.
Stuðulsbólkurin til umbygging av Kúrberg TG 800, sum er fólkið aftan fyri verkætlanini, hevur eisini valt sína nevnd og í hana komu: Mikkjal Bærendsen, Leivur Nygaard, Steen Sørensen, Frits Strøm og Don Petersen. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Fyrireikararnir siga eftir fundin, at tað var ein sera jaligur og hugvekjandi fundur, har fundarluttakararnir vóru samdir um, at Tvøroyri, sum í síni tíð var fremsta skipahavn í landinum, sjálvandi eisini eigur at hava eitt prýðiligt træskip. Fundurin staðfesti, at hóast Tvøroyri hevur átt nógvar sluppir og skonnartir, so er Kúrberg seinasti møguleiki, um plássið skal ogna sær sitt egna træskip. Kúrberg er bygdur sum bygginummar 4 á Tórshavnar Skipasmiðju, men hevur havt tilknýti til Tvøroyri síðan 2003. Væntandi fer skipið at fáa eitt meira lokalt navn, tá verkætlanin er komin undir land.