Varaskúlastjóri settur

Gundur Mortensen er settur sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

 

Gundur er 59 ára gamal. Hann hevur seinastu mongu árini arbeitt í Námi, har hann hevur verið kt-ráðgevi, ritstjóri og KT-leiðari. Gundur hevur harafturat arbeiðsroyndir frá lærda háskúlanum í Lillehammer og frá CFU København umframt at hann hevur verið lærari í Kvívíkar skúla og Skúlanum á Argjahamri.

 

Gundur hevur umframt læraraútbúgving, diplomútbúgving í leiðslu av Glasi og hevur kt-didkaktiskt masterprógv frá lærda háskúlanum í AAlborg umframt aðra viðkomandi kt-útbúgving. Gundur kennir skúlaverkið úr erva og av síðulinjuni og vit eru spent upp á at fáa hann í leiðslutoymi á Fløtum

 

Gundur byrjar í starvinum 1. august.

 

12 umsøkjarar vóru til starvið.