Varislig fet í stórum skóm

Jørgen Holme er varin. Hevur fá svar, og velur í flestu førum at flyta spurningar og svar út í framtíðina. 52 ára gamli danin sigur seg vera eyðmjúkan móti tí uppgávu, sum tað er at standa á odda fyri føroyska flogfelagnum, ið hevur eina serliga samfelagsskyldu.

- Nej, jeg skal ikke bo på hotel de næste par år.
Jørgen Holme er nærum bókstaviliga júst lendur í føroyska samfelagnum. Hann er komin einsamællur til Føroya og býr fyribils á gistingarhúsinum í Vágum, eitt hanagleiv frá stjóraskrivstovuni hjá Atlantsflog í hangarinum við flogvøllin.
Stjórin skundar sær at leggja afturat, at hetta skal á ongan hátt skiljast sum kritikkur móti gistingarhúsinum.
Jørgen Holme er varin í øllum tí hann sigur, nú hann skal traðka síni fyrstu fet í stóru stjóraskógvunum í føroyska tjóðarflogfelagnum.
- Eg kenni Magna og hava stóra respekt fyri tí arbeiði, sum hann hevur lagt í felagið. Men eg havi tikið av starvinum, og eg eri eyðmjúkur móti uppgávuni, nú eg fari til verka, sigur Jørgen Holme.
Sum stjóri síðstu 18 árini hevur Magni Arge verið sera sjónligur í landslagnum og av mongum roknað sum sjálv ímyndin av Atlantsflog. Brádliga stjóraskiftið stutt fyri midnátt leygarkvøldið vakti tí ans, og Jørgen Holme er sera varin við at leggja nakað sum helst afturat mongu spekulatiónunum kring skiftið.
- Nei, alt sum hevur við míni setanarviðurskifti at gera mást tú tosa við nevndarformannin um, sigur Jørgen Holme.
Bæði sunnudagin og mánadagin var fokus á fráfaringaravtaluna hjá Magna Arge. Tað kostaði Atlantsflog tvær árslønir at sleppa sær av við sín stjóra, í rundum tølum tríggjar milliónir krónur. Men lønin hjá nýggja stjóranum verður fyribils loynilig:
- Nei, tað mást tú eisini tosa við nevndarformannin um, svarar Jørgen Holme.
Yrkisleiðin hjá nýggja stjóranum hevur ferðast innan tvey øki. Tilfamans 15 ár innan flogferðslu og sjey ár innan kredittkort. Hann hevur arbeitt fyri SAS í fleiri londum, umframt fyri SpanAir og Air Greenland. Og á hinum økinum hevur hann arbeitt hjá SEB, sum millum annað umsitur DinersClub og Eurocard.
Síðani februar hevur hann verið tøkur á arbeiðsmarknaðinum.
- SEB legði nógv av sínum virksemi um og felagið gjørdi bygnaðarbroytingar. Eg fekk bjóðað eitt annað starv har, men hevði ikki hug at halda fram. So eg fór, og havi síðani hugt meg um eftir øðrum avbjóðingum, sigur Jørgen Holme.
Tilboðið úr Føroyum fangaði.
- Ja, nú hevði eg møguleikan at koma aftur til flogferðsluna, sigur Jørgen Holme smílandi og heldur fram:
- Atlantsflog er eitt spennandi felag, sum eisini hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Harafturat haldi eg Føroyar vera eitt áhugavert land, sum eg ikki havi vitjað síðani á heilt ungum árum, leggur hann afturat.
Føroysku fortíðina hjá Holme venda vit aftur til.

Kappingin
Nýggi stjórin í Atlantsflog sigur seg partvís skilja afturvendandi tosið um kapping á føroyarutuni. Men hann hevur tó hug at seta tosið í perspektiv:
- Tá eg arbeiddi fyri SAS í Svøríki varð nógv tosað um kapping á ymsu innanríkisrutunum. Tá bleiv nógv umrøtt at seta eitt minstamark á, hvat bar til at kappast um. Tað bleiv tosað um eitt minstamark á í minsta lagi 300.000 ferðandi. Hóast minstamarkið ikki varð veruleiki, so var kjakið áhugavert. Tí tað lýsti vandan við at krevja fría kapping fyri ein hvønn prís. Kapping á ov lítlum marknaði kann jú gera, at báðir aktørar bløða, og hvat er tá vunnið fyri samfelagið, spyr Jørgen Holme.
Eisini í sínum starvi hjá Air Greenland upplivdi hann kjakið um at krevja fría kapping.
- Her sóu vit eitt politiskt krav um kapping. Men kappingin kom ikki, helst tí at marknaðurin snøgt sagt er ov lítil, sigur Jørgen Holme.
Á føroyaleiðini er í princippinum frí kapping. Men í praksis hevur Atlantsflog verið einaráðandi, síðani FaroeJet um jóltíðir í 2006 misti flogið eftir bara sjey mánaðum í luftini.
- Eg skal ikki koma her og siga, at pláss ikki er fyri kapping. Mín uppgáva sum stjóri fyri Atlantsflog er at syrgja fyri, at Atlantsflog framhaldandi verður eitt so mikið væl rikið felag, at tað til eina og hvørja tíð er til reiðar at kappast, sigur Jørgen Holme.
Stjórin steðgar á fyri at tryggja sær, at orðið ”framhaldandi” kemur við. Hann er varin, og tykist ikki vilja traðka nakran á tærnar.
Hann vendir aftur til samfelagstýdningin og –ábyrgdina hjá Atlantsflog.
- Tað liggur ein stór ábyrgd á Atlantsflog. Felagið skal rekast effektivt og á sunnum grundarlag fyri framhaldandi at kunna røkja sín leiklut í samfelagnum. Og verður felagið rikið væl, so er tað jú eisini betri brynjað til eina møguliga kapping. So tingini hanga saman, sigur Jørgen Holme.
Hóast hann hvørki vil meta ella gita um, hvørt nøkur kapping er áveg, so ásannar stjórin, at serstøðan hjá Atlantsflog í dag hevur nakrar skyldur við sær.
- Jú, vit skulu alla tíðina gera okkum fortjent til at vera einasta felag á marknaðinum. Tað gera vit fyrst og fremst við at hava eitt ”gott produkt”, sum stjórin orðar seg.
Hann vil tó enn ikki fara í smálutir við, hvussu ”góða produktið” kemur at síggja út eftir stjóraskiftið.
- Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn, svarar Jørgen Holme.
Svarið gongur aftur, nærum hvørja ferð spurningarnir blíva ítøkiligir.
- Eg havi verið til arbeiðis í ein dag. Eg kenni ikki felagið enn, og tú fært meg ikki at fara inn í einstøk, ítøkilig viðurskifti, svarar Jørgen Holme.

Avbjóðingin
Jørgen Holme nýtir fleiri ferð høvið at rósa Atlantsflog sum felag. Hann heldur, at felagið hevur ”eitt gott produkt” á nógvum økjum og nevnir nýggju Airbus 319 flogførini við framkomnu navigatiónsskipanini umborð, sum eru við til at bøta um reglusemið á farleiðunum.
- Men tað er greitt, at vit hava nakrar avbjóðingar. Vit hava ein yvirkapasitet av flogførum, og tí mugu vit fáa fleiri ordrar í bókina, sigur Jørgen Holme og peikar á miseydnaðu royndina at flúgva chartertúrar til Egyptaland fyri Atlantis Rejser, ið fekk eitt skot fyri bógvin av ófriðinum har á leiðini.
Aftur hevur stjórin hug at draga í land fyri ikki at traðka á tærnar á nøkrum:
- Hinvegin kann eg venda tí við og siga, at lógu farleiðir beint fyri framman, ja so hevði man nokk eisini gjørt tað. Men hetta er nakað, ið vit nú fara undir, tí Airbus flogførini skulu flúgva meira enn tey gera í dag, sigur Jørgen Holme.
Hóast bara ein góðum mánaði er eftir av árinum, so er framvegis lítið ella einki at hoyra um ætlanirnar hjá Atlantsflog næsta summar. Eitt nú um flogið verður beinleiðis til Barcelona og Milano eisini næsta summar.
- Eg havi verið ov stutt í felagnum til at kunna siga, hvat hevur ligið í kortunum í somáta. So eg fái ikki svarað øðrvísi enn at eg havi so ikki broytt nakrar ætlanir á hesum øki, svarar Jørgen Holme.
Á veg
Nevndin í Atlantsflog hevur sett Jørgen Holme í starv í eitt skiftistíðarskeið á eitt til tvey ár. Sjálvur vil stjórin ikki útgreina, hvat liggur í hesum.
- Hatta er avgerðin hjá nevndini, og hana fyrihaldi eg meg til og arbeiði út frá. Nú fari eg til verka, og meira havi eg ikki at siga til tað, svarar Jørgen Holme.
Hann hevur enn ikki funnið sær nakað at búgva í, og býr tí á gistingarhúsinum í Vágum.
- Men eg skal hava eina íbúð. Eg má hava eitt stað, har eg kann slappa av, tá eg havi frí, leggur hann afturat.
Hóast hann er familjumaður, so er Jørgen Holme komin einsamællur til Føroya. Konan Mette og børnini, 15 ára gamli Mark og 13 ára gamla Grit, vera verandi í Danmark.
- Ja, soleiðis hava vit valt at gera tað. Eg komi at arbeiða og hava eina íbúð í Føroyum, og so ferðist eg niður, so ofta eg kann, sigur Jørgen Holme.
Frítíðin fer til til at lesa og eisini dámar honum væl at renna. Og so var tað fótbólturin.
- Ja, eg havi einaferð verið í Føroyum og spælt fótbólt, sigur Jørgen Holme flennandi.
Tað tykist sum varliga atferðin verður løgd á hyllina, nú samøðan flytir seg frá spillfeska stjórastólinum yvir í nostalgisku fótbóltsminnini:
- Sum 19 ára gamal var eg í Føroyum eina viku við mínum felagi í Århus, Skovbakken. Vit búðu í Miðvági í eina viku, og spældu fýra dystir tilsamans, eisini móti føroyska landsliðnum. Vit taptu allar nokk so stórt, hóast vit fingu styrt frá lokalum spælarum úr Miðvági, leggur Jørgen Holme smílandi afturat, meðan hann minnist aftur á grúsvøllirnar.
- Tað er einastu ferð, ið eg havi verið í Føroyum. Tað var ein sera stuttlig vika, og eg má bara staðfesta, at nógv er broytt í føroyska samfelagnum síðani tá, sigur Jørgen Holme.
Hesaferð eru ørindini tó onnur enn fótbólturin og viðførið annað enn bóltførleikar.
- Eg meti meg hava breiða, handilsliga bakgrund. Eg havi arbeitt við sølu og marknaðarføring, og havi eisini royndir við at samantvinna marknaðarføring og við tað operationella Í roynd og veru snýr tað seg væl um at kunna selja eina góða vøru og eisini at levera hana eftir avtalu. Tað kann vera ein avbjóðing, tá tú tosar um flúgving og Føroyar. Men tað er uppgávan, og hana gleði meg til, sigur Jørgen Holme at enda.

Loynilig løn
Almenningurin fær ikki at vita, hvat Jørgen Holme tjenar sum stjóri í Atlantsflog. Sjálvur ynskir stjórin ikki at upplýsa sína løn, og somu støðu hevur Niels Mortensen, nevndarformaður.
- Nei, vit hava valt at halda talið loyniligt, sigur Niels Mortensen, sum heldur ikki vil upplýsa, hvørt lønin til nýggja stjóran er hægri ella lægri enn stjóralønin hjá fyrrverandi stjóranum.
Sambært roknskapinum hjá Atlantsflog fyri 2012 var samlaða inntøkan hjá Magna Arge stívliga 1,6 millión krónur í fjør, alt íroknað. Sambært roknskapinum var sjálv lønin 1.157.000 krónur, eftirlønin var 171.000 krónur og harumframt fekk Magni Arge 230.834 krónur í bonus.


FAKTA - Jørgen Holme
Jørgen Holme er 52 ára gamal. Hann var útbúgvin cand. oecon, t.e. búskaparfrøðingur, á Århus Universitet í 1990, og hevur síðani nomið sær leiðsluroyndir og fleiri leiðslútbúgvingar í sínum størvum. Jørgen Holme hevur í fleiri ár verið í leiðandi størvum hjá SAS innan sølu og marknaðarførlsu, har hann m.a. hevur arbeitt fyri felagið í Madrid og New York. Hann hevur eisini arbeitt hjá Spanair á Mallorca, og í tvey ár var hann sølu- og marknaðarstjóri hjá AirGreenland, har hann eisini umsat dagligu rutuflúgvingina.? Jørgen Holme var til fyri stuttum stjóri í SEB Gjaldskortum í Danmark, har hann eisini áður hevur verið sølu- og marknaðarleiðari.
Jørgen Holme er giftur Mette og saman eiga tey 15 ára gamla Mark og 13 ára gomlu Grit.