Vatn er allastaðni

Væta, væta og aftur væta. Kanska við eitt sindur av salti eisini.

Tað eru hyggjuráðini á Rhodos, har ítróttarfólkini til tíðir kappast undir ekstremum umstøðum. Og tó at fyrireikingarnar á nógvum økjum kundu verið betri, so er alla tíðina nóg mikið av vatni. Til hvørja einastu ítróttargrein eru skáp, har ítróttarfólk og fjølmiðlar kunnu fáa sær eina kalda fløsku av vatni, soleiðis at hesin parturin ikki manglar.