Í Hvannasunds kommunu siga tey, at nú fer eitt arbeiði í gongd í Norðdepli við at skifta nøkur av vatnveitingarrørunum út og at seta upp brandpostar.
- Roynt verður at skipa soleiðis fyri, at hesi arbeiði verða sum minst til ampa fyri tey, sum búgva í Norðdepli, siga tey í kommununi.
Lagt verður aftrat, at kommunuskrivstovan fer at seta seg í samband við fólk, har neyðugt verður at fara inn á privat øki at arbeiða.