VB-kvinnur stjólu stig frá Tjaldri

Tað mundi vera ein strika í rokningina hjá Tjaldri, at liðið ikki fekk fulla úrtøku burtur úr heimadystinum ímóti VB í dag. Dysturin endaði við javnleiki 29-29, og í hálvleikinum var VB á odda við fýra málum.

 

Nokk so skjótt eftir steðgin hevði Tjaldur javnað munin burtur aftur, men ikki bar til at sleppa frá VB, ið stríddist væl fyri sakini. Og tá avtornaði, eydnaðist VB at stjala annað stigið í evstu sekundunum.

 

Til tað allarsíðsta var Tjaldur á odda 29-28, men tá bólturin bleiv spældur aftur til málverjan, tá bara átta sekund vóru eftir, fekk Tjaldur dømt drál ímóti sær, og síðstu sekundini fekk VB skotið útjavnandi málið.

 

Í hinum dystinum, sum varð spældur seinnapartin, endaði tað við javnleiki 19-19 millum Kyndil og VÍF. Klokkan 17 byrjar triði dysturin á Skála, sum er millum StÍF og Stjørnuna, ið við sigri kann styrkja sær um oddastøðuna.