VB má vinna í Vestmanna

Skal VB gera sær nakrar vónir um at sleppa av aftasta plássinum, so má og skal liðið vinna í Vestmanna sunnudagin

Nú bara tríggir dystir eru eftir í Sunset-kappingini, skal VB nú fáa gongd á ein mestsum ófatiligan endaspurt, skal liðið ikki enda aftast og flyta niður – í øllum førum, soleiðis sum kappingin í skrivandi løtu er skrúvað saman.
Higartil hevur VB tapt 15 dystir og bara vunnið tveir, samstundis sum fýra stig eru upp til StÍF og seks upp til VÍF. Men samstundis er náðileysa kravið, at VB vinnur teir tríggjar írestandi dystirnar.
Teir báðir sigrarnir hjá vágskvinnum eru fingnir ímóti júst VÍF og StÍF, sum tó bæði tvær ferðir hava vunnið á VB. Sunnudagin skal VB til Vestmanna at spæla ímóti VÍF og aftur næsta sunnudag á Skála at spæla ímóti StÍF, áðrenn endað verður við heimadysti ímóti Stjørnuni.
Teir báðar fyrru dystirnar kann VB vinna, men so skal eisini byrjast beinanvegin, og tí er kravið ein sigur á VÍF sunnudagin. Eitt tap merkir í øllum førum, at úrslitini í teimum báðum seinnu dystunum missa týdning, tí tá sleppur VB ikki av aftasta plássinum allíkavæl.
Í hinum báðum dystunum í Sunset-kappingini sunnudagin eru tey bæði fremstu greiðir favorittar – Stjørnan á útivølli ímóti Neistanum og Tjaldur á heimavølli ímóti StÍF. Og óansæð, so koma Stjørnan og Tjaldur í FM-finaluna, meðan Neistin eigur bronsuna.