VB og Stjørnan stavn um stavn

Hondbóltur: Kappingin um seinna finaluplássið í SunSet-kappingini er beinhørð. VB og Stjørnan vunnu bæði um vikuskiftið og eru tey nú púra jøvn, áðrenn tey hittast í einum oddabraki komandi sunnudag

Stjørnan var leygardagin á vitjan á Skála hjá StÍF, sum hóat góða gongd í síðstuni ongantíð megnaði at seta Stjørnuna undir trýst. Stjørnan vann 26-12 eftir at hava verið á odda 12-6 í hálvleikinum.
VB var á vitjan hjá Kyndli, og tær gjørdu tað sama við havnarliðið, sum tær gjørdu bara níggju dagar frammanundan – nevniliga vunnu. Hesaferð vunnu tær 26-22.
Sigrarnir hjá VB og Stjørnuni hetta vikuskiftið merkja, at tær framvegis liggja stavn um stavn við 26 stigum hvør á øðrum plássi. Júst hesi bæði liðini bresta saman í einum týðandi oddabraki í Vági komandi sunnudag.