VB skal halda kósini

StÍF tekur sunnudagin ímóti VB í Sunset deildini hjá kvinnum. Hjá VB ræður um at halda fast í oddinum, meðan StÍF við einum sigri kann nærkast heiðursmerkjaplássum.

Hjá VB hevur gingið væl síðstu dystirnar. Seinast vunnu tær tepran sigur á Kyndli suðuri í Vági, og undan tí dystinum høvdu tær vunnið stórt á oddaliðnum, Stjørnuni, í høllini í Vági.
Hevur gongdin hjá VB verið góð, so hevur ikki hilnast líka væl hjá strandingum síðstu dystirnar. Tær hava tapt síðstu tveir dystirnar fyri báðum oddaliðunum, Stjørnuni og Neistanum, og tí skulu tær royna at koma í gongd aftur.
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum einaferð fyrr í ár, tá liðini fyri einum góðum mánað síðani møttust í Vági. Í tí dystinum vann StÍF ein heldur óvæntaðan stórsigur. Úrslitið gjørdist 25-17 til strandingar, og hetta er samstundis einasti sigurin hjá StÍF higartil í ár.
VB fær nú ein møguleika at hevna tapið fyri StÍF á heimavølli, men tær mugu helst leika uttan Gurið Mortensen, sum er farin aftur til Danmarkar. StÍF hevur allar kvinnur tøkar til dystin, og tær ætla sær óivað aftur at leypa ein hvøkk á VB.