Síðsti dysturin í 12. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var í gjárkvøldið, tá ið VB/Sumba vann 5-2 í stevnudystinum á Vágseiði ímóti NSÍ.
Fyrstu løtuna bjóðaðu gestirnir av. Pætur Klein á Líknargøtu legði NSÍ á odda, og lítla løtu seinni brast bólturin á samankomingina aftanfyri Bjarna Johansen í VB/Sumba málinum.
Eftir stóran hálvan tíma javnaði Birgir Jørgensen til 1-1,og tveir minuttir fyri steðgin legði Martin Tausen heimaliðið framum.
Eddie Mikkelsen hjá NSÍ varð tíðliga í 2. hálvleiki vístur av vølli fyri hevnisøku, og so skoraði VB/Sumba trý mál afturat: Jónar Dahl, Dan Djurhuus og Birgir Jørgensen vóru málskjúttar, áðrenn Sonni L. Petersen pyntaði um fyri NSÍ.