Ein dystur var í Sunset-kappingini leygardagin. Tá spældi annað av oddaliðunum, VB, tann fyrra av sínum báðum dystum norðanfjørðs um vikuskiftið. Tá ið liðini herfyri hittust í Vági, var talan um ein sera spennandi dyst, har avgerðin ikki fall fyrr enn í seinastu løtu.
Sær gott út hjá VB
Leygardagin var tó ongin ivi um, hvat var betra liðið. VB hevði munin allan dystin, og sigurin hjá gestunum var ongantíð í vanda.
Endaliga úrslitið av dystinum var 32-20 til gestirnar úr Vági, sum tykjast verða sera væl fyri í løtuni, og tað er ikki so galið, tí hetta er óivað rætta tíðspunktið at raka toppformin.
Havandi í huga, at VB eisini vann stórsigur á Skála sunnudagin, so kann ikki sigast annað, enn at tað sær gott út hjá vágskvinnum. Tær liggja ájavnar við Stjørnuna í stigum, og enn eru tveir innanhýsis dystir eftir at leika millum tey bæði oddaliðini, so einki er avgjørt. Men vinnur VB toppdystin í Vági komandi leygardag móti júst Stjørnuni, so bendir alt á, at gullið endar í Vági í ár.
Tað er einki sum bendir á, at nakað av hinum liðunum fer at taka stig frá hvørki VB ella Stjørnuni í ár. Tískil verða tað áðurnevndu innanhýsis uppgerðirnar, ið verða avgerandi. Tá ið havt verður í huga, at VB er nærum 100 mál framman fyri Stjørnuna í málmuni, so kann ikki sigast annað, enn at tað sær gott út hjá VB.
Søljan-VB 20-32 (12-18)
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 6 (1), Lina Andriulyte 5, Kristianna Petersen 3, Hertha Jónsdóttir Simonsen 3, Petra Thomassen 2, Heidi Maria Akselsen 1 (1).
VB: Daiva Tuomaite 9 (2), Aukse Vysniaskaite 9 (5), Laila Jespersen 5, Rannvá Augustinussen 3, Christina Holm 3, Sólrun Krosslá 2, Arnleyð Hjelm 1.
Brotskøst: Søljan 6(2), VB 13(7)
Útvísingar: Søljan 4, VB 2.
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen.