Verður ætlanin fylgd, soleiðis sum hon nú fyriliggur, so verður besta fótbóltsliðið hjá VB ikki heima, tá jóansøkan verður hildin í Vági vikuskiftið 27. og 28. juni.
Sambært fótbóltsskipanini skulu VB og B36 spæla landskappingardyst vesturi á Eiðinum hetta leygarkvøldið, men tað verður av ongum. VB skal taka lut í Intertoto Cup kappingini, og teir hava fingið at vita, at teir skulu spæla ímóti einum kekkiskum liði, og at teir skulu spæla á heimavølli 20. juni og á útivølli 27. juni. Umframt at vágbingar verða burtur á jóansøku og at landskappingardysturin móti B36 skal flytast, ber hetta við sær, at landskappingardysturin á útivølli móti ÍF 21. juni eisini skal flytast.
Royna at broyta
Í Vági ásanna tey, at tað verður ein stórur fíggjarligur smeitur fyri tey, at tað ikki fer at bera til at spæla á heimavølli á jóansøku, tí hetta plagar at vera størsta áskoðarainntøkan á árinum.
? Vit hava heitt á FSF um at hjálpa okkum at býta dystirnar um, soleiðis at vit spæla á útivølli fyrst, og vit hava eisini heitt á teir at hjálpa okkum við at fáa grasvøllin í Hvalba góðkendan sum okkara heimavøll í Intertoto Cup kappingini. Hvalbingar hava givið okkum loyvi at brúka teirra vøll, og verður umbønin hjá okkum gingin á møti, so verður okkara fyrsti altjóða dystur nakrantíð partur av jóansøkuskránni, og tað hevði komið sera væl við, sigur John Eystberg í VB.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir gera tað, teir kunnu, fyri at hjálpa vágbingum:
? Talan er um fasta mannagongd. Fríggjadagin komu pappírini frá UEFA, sum VB skal fylla út í sambandi við teirra heimavøll. So er spurningurin, um UEFA góðkennir vøllin í Hvalba, og um kekkiska felagið vil býta um. Tað vita vit ikki enn. Veruleikin er tann, at vit hava ikki enn fingið at vita, hvat mótstøðuliðið hjá VB verður, men tað vóna vit at fáa greiðu av fyrsta dagin.
FSF hevur ikki gjørt av enn, nær dystirnir hjá VB móti ÍF og B36 skulu avgreiðast.
Nýggjur maður
Vágbingar hava síðani teir endaðu á fjórða plássinum í landskappingini í fjør arbeitt við Intertoto Cup málinum.
Fyrstu úrslitini í landskappingini og úrslitið í fjórðingsfinaluni í steypakappingini vóru ikki serliga hugalig at fara í altjóða fótbólt við, men sigurin í Gøtu setir meiri mót í teir.
Og nú fáa teir kærkomna hjálp úr Danmark: Jón Pauli Olsen, sum í nøkur ár hevur búð í Danmark, flytir nú heim aftur til Vágs at búgva. Hann kemur heim hósdagin, og teir rokna við, at hann fer at hjálpa teimum beinanvegin. Bæði tá Jón Pauli Olsen búði í Føroyum, og tá hann hevur verið heima í summarfrí, hevur hann verið góður álopsstyrkur hjá VB.