Veðranes fiskar sild og brisling

Í nógv ár hava brøðurnir, Eyðun og Friðjón Jacobsen í Hósvík, átt og rikið útróðrarbátin Veðranes, ið hevur havt sama navn heilt síðan 1975

HÓSVÍK

Útróðrarbáturin Veðranes hevur í nógv ár roynt við nót eftir sild og brislingi í Sundalagnum, Skálafjørðinum og aðrastaðni, har hugsandi hevur verið, at fiskur er. Tað eru brøðurnir, Eyðun og Friðjón Jacobsen í Hósvík, sum hava átt og framvegis eiga bátin, ið líka sum er vorðin ein bygdarmynd í Hósvík og í Sundalagnum.
Tá Sosialurin vitjaði seinasta hósdag, stóð Veðranes á beding, og Eyðun Jacobsen stóð í einum stiða, har hann hevði skift eitt petti av einum planka ovarlaga á bógnum. Longu dagin eftir stóð annar bátur á bedingini í Hósvík, og tá varð Veðranes longu flotaður aftur.
Tað eru nakrir fáir bátar sum Veðranes, ið royna eftir sild og brislingi inni á firðum og sundum, og ein annar bátur er Katrin, sum er heimahoyrandi í Søldarfirði.
Navnið á bátinum í Hósvík - Veðranes VN 397 – stavar heilt aftur til 1975. Hann er annars bygdur í Bremsnes Båtbyggeri í Noregi í 1968. Fyrsta navnið hann hevur undir føroyskum flaggi er Hervør. Hetta var í 1972, tá hann var heimahoyrandi í Sandavági.