Veðrið í dag og fríggjadagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og regn av og á. Hitin millun 5 og 9 stig.

Veðrið leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, seinni minkar hann vindin av útnyrðingi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig.

Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Lot til andøvsgul av útnyrðingi og sunnudagin okkurt ælið, men mánadagin yvir høvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.

Í gjár:
Eitt hátrýst, 1030 hPa. við Føroyar viknar. Eitt lágtrýst, 1003 hPa. vestan fyri Skotland fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani fer í landnyrðing.

Í dag:
Lágtrýstið vestan fyri Skotland fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani verður skamt sunnan fyri Føroyar teir fyrstu dagaarnar og hevur avfall við sær.