Veðurlagsbroytingarnar bera við sær, at tað allarhelst verður minni til av toski undir Føroyum, tí grundarlagið fyri at yvirliva her gerst verri.
Toskurin er serliga sensitivur yvir fyri hitabroytingum, og mann stúrir fyri, at ein hitabroyting í sjónum uppá eitt stig fer at hava stóra ávirkan, rætt og slætt tí nøringin fer at miseydnast av økta hitanum. Petur Steingrund, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni, greiðir frá:
- Mann sigur vanliga, at toskurin skal helst hava ein gýtingartemperatur, sum er lægri enn seks stig. Á føroyska landgrunninum liggur hitin millum seks og sjey stig, og á Føroya Banka liggur hann millum 7,5 og 8,5 stig. Hetta er væl heitari, enn tað eigur at vera, og tað kann væntast, at høgi temperatururin fer at ávirka gýtingina hjá toski negativt, sigur Petur Steingrund.
Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa meira um, hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka føroyska djóralívið. Summi djórasløg fara, og summi koma.