Føroyar hava ongan møguleika ímóti Týsklandi í dystinum klokkan 18 í HM-endaspælinum í Algeria, har Føroyar spælir ímóti Týsklandi, sum saman við Fraklandi er favorittur til at vinna HM-gull í U21 HM-endaspælinum í Algeria.
Av fýra veddingarfyritøkum siga tríggjar, at tær bjóða ongan vinning uppá, at Týskland vinnur á Føroyum. Oddsini eru 1,00 uppá, at Týskland vinnur á Føroyum. Tað er líka BWIN, sum torir at geva odds 1,01 uppá, at Týskland vinnur á Føroyum. T.v.s. at setur ein 100 krónur uppá týskan sigur, og hann kemur heim, so fær ein 101 krónur fyri 100 satsaðar krónur.
Oddsini uppá føroyskan HM-sigur yvir Týsklandi eru hinvegin risahøg.
Fýra veddingafyritøkur bjóða hesi oddsini uppá dystin Føroyar-Týskland:
Føroyar-TÝSKLAND | 1 | X | 2 | |
---|---|---|---|---|
30.00 | 45.00 | 1.00 | ||
26.00 | 29.00 | 1.00 | ||
21.00 | 21.00 | 1.00 | ||
15.00 | 23.00 | 1.01 |