Veðrið í dag:
Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og vestri og regn, men út á dagin sum frálíður turrari og møguliga klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig.
Veðrið mikudagin og hósdagin:
Hvassur vindur av útsynningi og vestri, eitt skifti minni vindur. Regn ella ælingur av og á og hitin millum 3 og 8 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og regn. Hitin millum 5 og 10 stig. Seinni støkkur hann vesturum til útsynning við ælingi og hitin fellur niður í 3 til 8 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 995 hPa. í landsynning úr Føroyum fer í landsynning eystan. Ein hátrýstryggur skamt eystanfyri Ísland, 1015 hPa. verður yvir Føroyum í dag. Eitt lágtrýst, 995 hPa. við landsynningspartin av Grønlandi fer í landnyrðing til havið norðanfyri Ísland og dýpist.
Í dag:
Brúgvalagið haðani við regni verður yvir Føroyum týsnáttina vestaneftir. Fleiri lágtrýst fara komandi dagarnar norðanfyri Føroyar vestaneftir og tað gevur lýtt og slavi luftrák av útsynningi og vestri.