Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi og sólglottar, men eisini ælingur, partvís vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig.
Veðrið sunnudagin:
Fyrst upp í stívt andøvsgul av landsynningi og regn. Út á dagin støkkur hann vesturum til hvassan vind av útsynningi og driv ella mjørki av og á. Hitin kemur upp millm 5 og 8 stig.
Vaðeið mánadagin:
Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og driv ella mjørki meginpartin av degnum. Hitin um 8 stig.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Yvirhøvur stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og regn ella ælingur ein stóran part av degnum. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1025 hPa. yvir Mið-Europu fer eystureftir. Eitt lágtrýst, 985 hPa. eystanfyri Ísland fer í landnyrðing og grynnist. Eitt lágtrýst, 995 hPa. vestanfyri Skotland fer í landnyrðing norðan og fer væntandi norð um Føroyar í kvøld.
Í dag:
Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst framvið Føroyum norðanfyri og brúgvaløgini haðani bera við Føroyar.