Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði eru á veg inn at landa svartkjaft Tróndur í Gøtu hevur roynt á Porcopine-bankanum vestanfyri Írland. Teir hava umleið 2.000 tons av svartkjafti og koma ætlandi á Fuglafjørð seint í annaðkvøld.
Finnur Fríði hevur roynt eftir svartkjafti við oynna Saint Kilda. Teir hava okkurt um 350 tons, sum ætlanin er at selja til matna, skrivar reiðaríið á heimasíðu síni.
Finnur Fríði skal landa í Peterhead í Skotlandi.