Vegleiðingarstovan
Á Vegleiðingarstovuni, sum er partur av Undirvísingarstýrinum hava øll atgongd til vegleiðing um útbúgvingar- og karrieru møguleikar, og tænastan fevnir um øll útbúgvingarøki.
Vegleiðingarstovan samstarvar við vegleiðarar runt um í landinum og kann tí veita eina dygdargóða vegleiðing. Vegleiðingarstovan arbeiðir fyri at styrkja vegleiðing í Føroyum.
Ung, sum ætla sær at lesa, hava eins og onnur møguleika at venda sær til Vegleiðingarstovuna við spurningum um eitt nú víðari lestur. Ung í fólkaskúlanum hava eisini møguleikan at ráðføra seg við skúlavegleiðara í sínum fólkaskúla um útbúgvingarmøguleikar, og gongur tú á miðnámsskúla, kanst tú tosa við vegleiðaran á skúlanum.
Útbúgvingarspurningar og ivamál
– Vit vilja altíð veita tær eina dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru og karrieru møguleikar, eins og vit hava sambondini til at finna bestu svør upp á møguligar spurningar og ivamál. Tað sigur Turid Christophersen, sum er útbúgvingarvegleiðari.
Hon vísir á, at bæði ung og fólk annars, sum tørva vegleiðing, eru vælkomin at venda sær til Vegleiðingarstovuna. Vit veita øllum í Føroyum javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan allar útbúgvingar-, læru- og arbeiðsmøguleikar.
Útbúgvingarvegleiðarin vísir á, at tey eru mong, sum fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og síðan út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, sum hon tekur til.
– Men, so eru tað onnur, sum hava tørv á vegleiðing í at velja útbúgving, um hvussu tú søkir inn á
útbúgvingar, kunning um útbúgvingar í londunum umkring okkum og her heima, og ikki minst í mun til síni ynski til eitt komandi arbeiðslív ella broytingar í arbeiðslívinum. Øll eru vælkomin at venda sær til okkara um útbúgvingar og starvsmøguleikar við øllum tí, sum tað inniber, sigur Turid Christophersen.
Samband fæst við Vegleiðingarstovuna við at støkka inn á gólvið á Hoyvíksveg 72, við at ringja á tlf. 200910 ella við at senda ein teldupost á [email protected]. Vegleiðingarstovan heldur til á Hoyvíksveg 72 í Havn í sama bygningi, sum Nám, Studni og Undirvísingarstýrið.
Førleikameting og karrieru vegleiðing
Førleikameting er meting og viðurkenning av førleikum – bæði formligum og óformligum – ið eru vunnir í skúla, á arbeiðsmarknaðinum, í frítíðini og í gerandisdegnum annars. Førleikametingin kann vera við til at gera tað lættari hjá tær sum vaksnum at taka eina útbúgving, og á tann hátt styrkja tína støðu á arbeiðsmarknaðinum. Førleikametingin skal m.a. tryggja, at tú ikki skalt vera noydd/ur at læra teg førleikar, sum tú longu hevur, sigur Turid Christophersen.
Karrieruvegleiðing er eitt tilboð til tey, sum ynskja broyting í mun til arbeiðslívið ella eru í iva um sína yrkisleið. Endamálið við lívlangari vegleiðing er, at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg útbúgvingar- ella arbeiðsliga, og at trívast í tí, tey takast við.
Lívlong vegleiðing tekur støðið í tínum lívi, í tínari støðu, og í teimum ynskjum, tú hevur fyri tína framtíð viðvíkjandi lesnaði, læru, arbeiði ella øðrum, sigur Turid Christophersen.
HVAT ER VEGLEIÐINGARSTOVAN?
Vegleiðingarstovan veitir tær óhefta vegleiðing innan:
• Útbúgvingarmøguleikar
• Yrkismøguleikar
• Karrieru
• Umsóknartilgongdina og annað praktiskt
• Útbúgvingarstuðul og skipanir
• Innskriving á miðnám
Vegleiðingarstovan veitir førleikameting
Vegleiðingarstovuna heldur til á Hoyvíksveg 72, Tórshavn
Tel 200910
www.vegleiding.fo
Teldupostur: [email protected].
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024