Í útvarpstíðindunum í kvøld varð sagt, at vegurin til Bíggjar varð stongdur stutt áðrenn sjálvt drápið. Líknandi søgur hava verið frammi fyrr, og millum annað hava Sea Shepherd ført fram, at løgreglan hevur stongt tunlar, soleiðis at teirra fólk ikki sleppa framat.
Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, váttar fyri in.fo, at vegurin til Bíggjar varð stongdur, men at tað einki hevði við Sea Shepherd at gera.
- Vit stongdu vegin fyri at tryggja, at ein sjúkrabilur slapp framat í eini neyðstøðu. Um okkurt er áfatt, so skal pláss vera fyri, at ein sjúkrabilur sleppur aftur og fram. Innsatsleiðarin á staðnum metti, at tað gjørdist ov trongt við bilum, so neyðugt varð at stongja vegin.
Andras Marr Poulsen greiðir frá, at tað er vanligt, at fólk koma til skaða í grindadrápi, og tí er tað neyðugt, at ein sjúkrabilur sleppur fram á staðið.