Verða vit ikki við, enda vit uttanfyri

Jógvan Mørkøre, sum áður hevur verið ivasamur um samanlegging, heldur, at tíðin nú er komin, har fólkið í kommununum, sum eru við í kommunufelagsskapinum í Sundalagnum, sleppur at taka støðu.
<DPTAB>    - Eg vænti ikki, at samstarvið, sum Hósvíkar kommuna hevur við bygdirnar í Sundalagnum, fer at halda fram sum higartil, um vit velja at standa uttanfyri, sigur hann

Atkvøðugreiðsla

Í gjár høvdu fólk í tilsamans seks kommunum í norðara parti av Streymoy og Eysturoy høvi at atkvøða um samanlegging.
Ein sameiningarbólkur við tveimum umboðum úr Haldórsvíkar kommunu, Hvalvíkar kommunu, Saksunar kommunu, Hósvíkar kommunu, Sunda kommunu og Gjáar kommunu hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við ymiskum málum og hevur gjørt nakrar niðurstøður.
Í prinsippinum skuldi bólkurin ikki neyðturviliga arbeiða við at skipa eina fólkaatkvøðu um samanlegging, men úrslitið, sum at enda spurdist burtur úr hesum arbeiði, var ein fólkaatkvøða.

Ja ella nei

Á atkvøðuseðlinum eru møguleikarnir tvinnir ? ja ella nei fyri samanlegging av hesum seks kommununum.
Atkvøðugreiðslan fór fram á vanligu valstøðunum í nevndu kommunum, og valstøðini vóru opin frá kl. 10-14 og 16-20 í gjár.
Sosialurin fór til prentingar tíðliga seinnapartin í gjár, so vit høvdu ongan møguleika at hava úrslitið við í hesum blaðnum.
Í gjáramorgunin fóru vit kortini fram við í Hósvík ein túr. Har hittu vit bygdarráðsformannin, Jógvan Mørkøre, sum nú situr triðja skeiðið í bygdarráðnum og sum formaður á øðrum skeiði.
Jógvan hevur ikki sitið í sameiningarbólkinum fyri Hósvíkar kommunu, tí tá ið bólkurin varð skipaður, helt hann seg ikki hava stundir til tess. Umboðini hjá kommununi í bólkinum hava verið Jákup Klein Olsen og Jónhild Hermansen.

Samstarv

Jógvan vísir á, at í kommunufelagsskapinum í Sundalagnum samstarva bygdirnar á fleiri økjum.
- Vit fingu ferð eftir ferð skriv frá landsstýrinum um at tosa saman og um at taka støðu til samanlegging ? fyrst frá Signari á Brúnni, síðan frá Eilifi Samuelsen. Vit valdu tó at halda fram við at samstarva heldur enn at leggja saman.
Hóast hann hevur veirð ivasamur um samanlegging av kommununum, heldur Jógvan nú, at tíðin er komin, har hetta stigið eigur at verða tikið - "áðrenn aðrir taka tað fyri okkum", sum hann tekur til.
Jógvan sigur, at kommunufelagsskapurin í Sundalagnum hevur somu umhvørvisnevnd, har hann sjálvur er formaður. Síðan eru kommunurnar felags um eitt nú brunanevnd, tannlæknaskipan, ellis-og røktarheim í Streymnesi og Felagsskúlan á Oyrarbakka, har Eiði eisini er við.
- Í hølunum á Oyrarbakka, har umsitingin av hesum felagsmálum er, hava vit eisini læknahøli, heilsusjúkrasystir og heimahjálpina.
Í føstum starvi sum skrivari hjá kommunufelagsskapinum, er Jens Marius Dalsgaard, sum áður hevur verið skrivari í Føroya Kommunufelag. Sum formaður í umhvørvisnevndini, er Jógvan Mørkøre í hálvtíðarstarvi við fleksiblari tíð.
Kommunufelagsskapurin hevur sína egnu fíggjarætlan.

Atkvøður ja

Jógvan vísir á, at hóast eingin atkvøðugreiðsla hevur verið í bygdarráðnum um samanlegging, metir hann, at tríggir av fimm bygdarráðslimum eru fyri, meðan tveir, har millum hann sjálvur, hava verið í iva.
- Men í dag eri eg ikki í iva, og tí havi eg greitt atkvøðu fyri samanlegging, sigur hann.
Jógvan sigur, at sum formaður í umhvørvisnevndini við ábyrgd av hesum málum ? eisini í øðrum bygdum enn Hósvík, ivast hann í, hvussu demokratiskt ein slík skipan er, tí sum hann sjálvur sigur, so er hann fólkavaldur í Hósvík, men ikki í hinum bygdunum í kommunufelagsskapinum.
Hann er annars ikki samdur við teimum, sum siga, at umsitingin er dýrari við tí samstarvi, sum er.
- Eg haldi, at fólk hugsa ov lítið um, hvussu stórur partur barnaansingin og skúlin eru vorðin av fíggjarætlanini hjá kommununum, sigur Jógvan.

Við ella uttanfyri

Bygdarráðsformaðurin í Hósvík væntar, at Hósvíkar kommuna við tíðini fellir uttanfyri verandi samstarv, sum er millum kommunurnar í Sundalagnum, um fólkið velir ikki at fara uppí, nú høvið er til tess.
- Velja vit at standa uttanfyri, vænti eg, at vit verða ótrúliga uttarliga, tá ið samanum kemur, sigur Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík.