Lesarar hjá stóra norska blaðnum VG hava valt advokatin og verjan hjá hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik, til Ársins navn 2012.
Geir Lippestad, sum er 48 ára gamal og býr í Oslo, sigur, at tað er ein stór æra at hava fingið henda heiður.
- Tú var verji hjá størsta hópdrápsmanninum, sum Noreg veit um at siga. Tú var talirørið og umboðið hjá Anders Behring Breivik. Tað er ein tjóð, ið hevur verið fyri stórari líðing og pínu, sum hevur valt teg til Ársins navn. Eg trúgvi, at tað høvdu verið fá, sum kundu fingið ein slíkan heiður - uttan júst tú.
Hetta var skoðsmálið, ið VG gav Geir Lippestad, eftir at lesarar høvdu kosið hann til Ársins navn 2012.
Tað eru lesarar hjá blaðnum sum skjóta upp, hvør skal hava heiðurin, og tað eru eisini lesarar, sum atkvøða um uppskotini.
Geir Lippestad sigur sjálvur, at hann hevði ikki einsamallur megnað at fingið hendan heiður og leggur aftrat, at tey, sum hjálptu honum við uppgávuni sum verji hjá hópdrápsmanninum, eiga sín part av æruni.
Virðislønin, sum er 50.000 norskar krónur, fer til eitt hvørt vælgerandi endamál, og her hevur norski advokaturin gjørt av, at pengarnir skulu fara til sjúkrahúsklovnar, sum hann heldur gera eitt stórt arbeiði millum sjúk børn.
- Klovnar gera álvarsliga sjúk børn glað og geva teimum mót. Tær fáa børnini at smílast og flenna, sigur Geir Lippestad.