Verjuleikari gevst í Víkingi

Dennis Nieblas Moreno spælir ikki longur við Víkingi. Tað er greitt, nú Víkingur í kvøld á heimasíðu sínari boðar frá, at samstarvið ímillum partarnar endar frá í kvøld at rokna.


27 ára gamli spanski verjuleikarin skrivaði undir eitt ára sáttmála við Víking í januar í ár, men nú verður ikki meira at síggja til vælvaksna spaniólan, sum annars var fastur maður undir Maurice Ross.


Seinastu tríggjar dystirnar í Betrideildini hevur Dennis Nieblas Moreno ikki verið ímillum teir fyrstu 11 hjá Víkingi. Hann spældi tilsamans 23 dystir fyri felagsliðið í Gøtu og Leirvík.