Verjuskansin avgjørdi

Hóast hann nú aftur er partur av HB-verjuni, so dugir Hans á Lag framvegis at skjóta avgerandi málini

Fótbóltsprát

Hann hevði hug at flenna, tá vit eftir dystin spurdu, hvørt tað nú var soleiðis, at hansara rætta pláss var í álopinum.
- Tað veit eg ikki. Eg trívist fult so væl í verjuni, men eg vildi í øllum førum skora, tá eg fór niðaneftir. Og tað eydnaðist so eisini, helt Hans á Lag.
Spurdur um dystin, var hann skjótur at staðfesta, at hetta nokk ikki var tann besti dysturin, sum HB hevur spælt í ár.
- Vindurin órógvar kanska nakað, men tað er líka fyri báðar partar. Í øllum førum, so spæla vit ikki serliga væl, og tá teir so skora eftir eitt mistak frá okkara síðu, verður tað ógvuliga tungt. Men eg haldi kortini, at tað eigur at vera givið okkum sum rós, at vit alla tíðina stríðast fyri møguleikanum.
Tað er kanska eisini eitt úrslit av, at tit eru vanir at vinna. Hetta at tit eisini í mótgongd trúgva upp á møguleikan?
- Ja, tað er tað kanska. Vit royna í øllum førum alla tíðina, og so vóna vit, at úrslitið kemur.
Um tey bæði málini, sum vágbingarnir vóru sera ónøgdir um, segði Hans, at hann dugdi illa at meta um rættleikan av hesum.
- Tá brotssparkið varð dømt, stóð eg rættiliga langt burturi, men eg helt tó, at tað var kontakt millum spælararnar. Um eg var rangstaddur sjálvur, tá eg skoraði, skal eg ikki siga. Men eg var í framdrifti, tá Uni stútar bóltin, og tí havi eg kanska eisini verið langt innanfyri, tá bólturin so er komin til mín.
- Og so kann eg bara leggja afturat, at eg ikki eri so keddur av tí, um hatta málið skuldi verið kolldømt. Tí hasir dómararnir kolldømdu í øllum førum eitt mál hjá mær fyrr í ár, tá eg var í minsta lagi 10 metrar onside, so tú kanst gott siga, at teir skyldaðu mær tað, ljóðaði heldur speiska viðmerkingin at enda.
Við hesum seinasta verður sipað til dystin, sum HB spældi móti GÍ fyrr í ár. Tá varð eitt mál hjá Hans púrasta óskiljandi kolldømt, hóast tað neyvan var nakar annar enn linjudómarin, sum helt talan vera um rangstøðu.
Tað er tó einki at ivast í, at málið hesa ferð kom betri við, enn tað hevði komið móti GÍ, og sum Hans sjálvur tekur til, so er tað nú finala hvørja ferð.
- Vit mugu bara taka ein dyst í senn. Tann næsti verður í Fuglafirði, har trý stig bíða eftir okkum, og so mugu vit bara alt tað, sum vit megna, fyri at taka hesi. Longri fram enn tað sama vil eg ikki hugsa í løtuni, ljóðaði staðfestingin.