Verkfall um einki hendir

Nevndin í Skipara- og Navigatørfelagnum hevur avgjørt at bjóða Reiðarafelagnum at leingja verandi sáttmálan. ? Tekur Reiðarafelagið ikki av hesum tilboði, kann eitt verkfall væntast.

? Vit hava bjóða reiðarafelagnum at leingja verandi sáttmála óbroyttan. Vit fara ikki at krevja lønarhækkan, men um Reiðarafelagið stendur fast við at seta hýrurnar niður, kann eitt verkfall væntast. Hetta sigur Ellindur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, í sambandi við, at Reiðarafelagið hevur sagt verandi sáttmálan millum bæði feløgini upp. Reiðarafelagið ynskir nevniliga at lækka hýrurnar.


Aðalfundur

Skipara- og Navigatørfelagið hevði í gjár aðalfund í Norðurlandahúsinum. Á skránni var formansfrágreiðingin, framløga av roknskapi og nevndarval.

Tá Sosialurin fekk fatur á Ellindi Abrahamsen, formanninum í felagnum, í gjár áðrenn blaðið fór til prentingar, vóru atkvøðurnar til nevndarvalið enn ikki taldar og formaðurin hevði nógv um at vera. Tískil fæst ikki meira at vita um aðalfundin hjá Skipara- og Navigatørfelagnum fyrr enn í blaðnum í morgin.