Veruligur skattapolitikkur 2004-2008

Bárður Nielsen, Landsstýrismaður við fíggjarmálum

Samgongan hevur, sum hon setti sær fyri, ført ein veruligan skattapolitikk fyri at tryggja framhaldandi vøkstri í búskapinum. Endamálið er, at lønin ikki skal verða etin upp av harðari skatting og at tað skal loysa seg at arbeiða.
Skattalættar hava verið mest sum á hvørjum ári síðani miðskeiðis í 90-unum, men trupulleikin hevur verið, at skattatrýstið hóast skattalættar er økt. Orsøkirnar til tað eru m.a., at tað ikki hevur verið vilji ella dirvi til, at gjørt veruligar broytingar í okkara progressiva skattastiga hjá landinum.
Hetta settu vit okkum fyri at gera nakað við, og í høvuðsheitum snýr hetta seg um at dagføra okkara afturúrsiglda skattastiga og høga marginalskatt soleiðis, at tað altíð loysir seg at vinna nakrar eyka krónur. Ynskja vit búskaparvøkstur skal tað loysa seg at arbeiða.

"Skattatalva"
Fyri at geva eina greiða fatan av hvat ið tað merkir, at vit hava dagført skattastigan, verður víst til landsskattatalvuna.
Talvan vísir skattastigan fyri 2004 í mun til skattastigan 2008. Tað framgongur rættuliga týðuliga, hvar størsta broytingin fer fram, og er tað markið fyri, nær í ein inntøka skal rinda hægsta skatta % (marginalskatt). Hetta markið verður flutt frá kr. 170.000 upp til 270.000 og tað merkir, at allir teir størstu fakbólkarnir, m.a. arbeiðarar, handverkarar, sjúkrasystrar, lærarar, pedagogar og starvsmannafelagslimir sleppa undan at rinda toppskatt (hægsta marginalskatt). Herumframt verður hægsta skatta % lækkað við 3% frá 36% til 33%.
Aðrar broytingar eru m.a. at botnfrádrátturin verður hækkaður úr kr. 22.000 til 30.000 og merkir hetta, at av teimum fyrstu kr. 30.000 verður skattur ikki goldin. Inntøkuinntervallið, ið var kr. 65.000 til 120.000, er broytt til kr. 70.000 til 140.000 samstundis sum skatta % fyri hetta inntøkuinntervallið er lækkað við 1% frá 19% niður í 18%. Hetta merkir at tann parturin av inntøkuni millum kr. 70.000 og 140.000 sleppur lættari í skatti.

Skattalættin til øll, ið rinda skatt
Við gjøgnumførda skattalættanum hava vit givið skattalætta til tey, ið rinda bróðurpartin av samlaðu skattainntøkunum.
Við niðanfyristandandi talvu verður víst á, hvat ymsu bólkarnir rinda í skatti og hvussu stórur partur fer í ávíkavist landskassan og kommunukassan í 2006, roknað er við einum kommunuskatti uppá 20%. Aftast í talvuni framgongur, hvat skattalættin fyri árini 2006 til 2008 verður í krónum og prosentum, íroknað hækkaða inngjaldið í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.


2006 Skattalætti 2006-2008
InntøkaLandsskattKommunuskattSkattur íaltSkatta % KrónurProsent

50.0001.6804.8006.48013,0% 70510,9%
100.0008.48014.80023.28023,3% 3301,4%
200.00029.68034.80064.48032,2% 9801,5%
300.00063.08054.800117.88039,3% 9.0307,7%
400.00097.08074.800171.88043,0% 9.2805,4%
500.000131.08094.800225.88045,2% 9.5304,2%
750.000216.080144.800360.88048,1% 10.1552,8%
1.000.000301.080194.800495.88049,6% 10.7802,2%

Tað framgongur av talvuni, at tey, ið ikki rinda tað nógva í skatti, hava sjálvsagt ikki fingið størsta partin av lættanum, men tað hava tey, ið veruliga rinda skatt.

Sum eitt dømi kann nevnast, at um ein ið hevur eina inntøku uppá kr. 100.000 skal hann í 2006 gjalda kr. 8.480 í landsskatti, men hevur viðkomandi tvey børn, verður vegna barnafrádráttin uppá kr. 5.500 pr./barn útgoldið úr landskassanum kr. 2.520 (8.480-11000)

Eftir mínum tykki er tað soleiðis, at vit eiga øll at gjalda fyri landshúsarhaldið. Tað er eisini rímiligt og í lagi, at tey við teimum hægru inntøkunum rinda ein størri part av lønini í skatti. Men neyðugt er javnan at gera dagføringar í progressiva skattastiganum fyri at samlaða skattatrýstið ikki skal hækka og at allir inntøkubólkar ikki koma at gjalda toppskatt.

Hetta er ein neyðug broyting í okkara skattaskipan fyri at tryggja framhaldandi vøkstri í búskapinum. Endamálið er, at lønin ikki skal verða etin upp av harðari skatting, og at tað skal loysa seg at arbeiða.