Neistin - VÍF 35-28 (20-13)
Við Jugoslav Djumic, Tommy Fletcher og Mikkjali Hansen flongdi Neistin VÍF í høllini á Hálsi í kvøld. Var tað ikki fyri trý bílig mál í seinastu løtuni, so hevði sigurin verið tað størri.
Í fyrra hálvleiki var tað Tommy Fletcher og í seinna hálvleiki Jugoslav Djumic, sum gingu á odda. Gjøgnum allan dystin tók Mikkjal fleiri skot, enn vestmenningar ætlaðu.
Hetta er annar dysturin upp í slag, har VÍF hevur tapt. Teir taptu fyri KÍF farna vikuskiftið og so aftur í dag. Tað er torført at pilka eitt ávíst út, sum var munurin í kvøld.
Heldur var talan um eitt javnt gott avrik frá einum motiveraðum Neistaliðið, meðan avrikið hjá VÍF var undir miðal og til tíðir eitt sindur ímotiverað. Sostatt sleppur VÍF ikki avstað í oddinum á stigatalvuni.
Málskjúttar:
Neistin: Tommy Fletcher 9, Jugoslav Djumic 7, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5, Aleks Buha 1, Herbjørn Lava 1, Torkil Hentze 1
VÍF: Filip Jojic 12, Áki Egilsnes 4, Andrias Eriksen 4, Julian Olsen 3, Agnar Joensen 2, Sjúrður Olsen 2, Teis Rasmussen 1
Støðan:
1. VÍF 18
2. Kyndil 15
3. H71 13
4. Neistin 12
5. KÍF 11
6. StÍF 7
7. Team Klaksvík 6
Liðugt: (35-28) Neistin spældi dreymahondbólt seinastu løtuna og vann tryggan sigur á oddaliðnum VÍF.
52.min: (30-24) Neistin hevur kós móti einum óvæntaðum sigri á VÍF. Eins og í kvinnudystinum, so tykist Neistin spæla meiri sum ein eind, meðan VÍF spælir upp á einstakar stórskjúttar.
43.min: (25-19) Troyggjan hjá stórspælandi Tommy Fletcher(Neistin) verður skrødd í nærdysti. hendingin sigur eitt sindur um, at VÍF hevur torført við at halda fast í Tommy Fletcher, sum helst er besti maður á vøllinum í løtuni.
39.min: (25-19) Neistin heldur munin, men nú trýstir VÍF meiri. Klokkan arbeiðir fyri teir undirtippaðu í bláum. Neistin fær mál hvørja ferð VÍF fær mál, og tí er munurin allatíð so mikið nógvur, at Neistin kann spæla uttan beinleiðis nervar.
Hálvleikur: (20-13) Neistin hevur verið greitt omaná oddaliðnum úr Vestmanna í fyrra hálvleiki. VÍF tykist hava bóltin meiri, meðan Neistin ger skjótt av í sínum álopum.
VÍF hevur ringt við at fáa bóltin framvið Mikkjali Hansen í málinum hjá Neistaunum, meðan skotini hjá teimum bláu eru neyv og hørð, og av tí sama enda tey eisini í málinum.
18.min: (13-8) Neistin hevur vunnið sær eina leiðslu upp á fimm mál. Teir fáa mál upp á alt, meðan Mikkjal Hansen í málinum fær hondina á tað mesta.
10.min: (7-5) Neistin hevur fingið eina góða byrjan upp á dysti í kvøld. Teir fáa mál burtur úr tí mesta og verjan hevur saman við máverjanum tikið móti tí mesta.
Undan dystinum:
Mansliðið hjá VÍF tapti fyri aðru ferð hetta kappingarárið, tá teir taptu fyri KÍF í Kollafirði. VÍF hevur framvegis eitt rímiligt forspring í oddinum, men skulu teir halda tað, so verður neyðugt við einum sigri í kvøld.
Neistin stríðist fyri at halda fast í liðnum, sum berjast um FM plássini. Við sigri í dag yvirhála teir KÍF og koma upp á fjórða pláss.
Hondbóltur:
Í dag:
Kl. 18.30 Neistin – VÍF 32-25 (Les grein HER)
Kl. 20.00 Neistin – VÍF (Menn)
Leygardagin:
Kl. 18.00 H71 – StÍF (Menn)
Sunnudagin:
Kl. 14.30 VÍF – VB (Kvinnur)
Kl. 14.30 Kyndil – Søljan (Kvinnur)
Kl. 15.00 Stjørnan – StÍF (Kvinnur)
Kl. 16.00 VÍF – Team Klaksvík (Menn)
Kl. 16.00 Kyndil – KÍF (Menn)