VFF: Berthel er ársins venjari

Jens Berthel Askou er kosin ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum 2020 av limum teirra

Venjarafelag Felag Føroya kunngjørdi undan steypafinaluni, hvør ársins venjari 2020, kosin av limum teirra er. Valið fall á Jens Berthel Askou úr HB og tað var eitt sera greitt val. Jens Bertel fekk heili 82 prosent av atkvøðunum, næstur var honum var Jákup Marin Joensen úr EB Streymi. Jens Berthel Askou hevur í dag vunnið greipuna.

Venjarafelagið hevur valt at hava atkvøðugreiðslu, áðrenn steypakappingin kappingin er avgjørd. Hetta fyri at seinasti dystur ikki skal gerast avgerandi fyri, hvør verður valdur sum ársins venjari, men at tað heldur er ein heildarmeting fyri árið.Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó er tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin sum fekk silvur, ið bleiv valdur sum ársins venjara. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF.

- Uttan mun hvussu gongdin í finaluni um Løgmanssteypið verður má tað sigast at verða meira enn væl uppiborið at FM vinnarin gerst ársins venjari. HB vann eisini ársins útgávu av VFF Kup, skrivar Venjarafelagið á heimasíðuni.

HB vann steypafinaluna móti Víkingi 2-0.