VFF-Cup: B36 vann á Víkingi

Brian Jakobsen og ungi Andreas Thomsen vóru millum málskúttarnar

Fyrsti dysturin í 3. umfari í nýggju venjarakappingini var í Gundadali í kvøld. B36 vann 3-1 á Víkingi í myrkrinum á Ovara vølli.

 

Nýggi áleyparin hjá árstalsfelagnum, Brian Jakobsen, skoraði fyrsta málið. Síðani javnaði Víkingur við málið, sum Heðin Hansen skoraði.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Alex Mellemgaard B36 á odda 2-1 við beinleiðis frísparki. Seinni økti ungi høgri bakkurin, Andreas Thomsen, til 3-1. Hetta eftir gott uppspæl í høgru síðu. Móti dystarenda fekk Víkingur brotsspark, men innskifti málverjin hjá B36, Sámal Johannesen, bjargaði skotinum.

 

Í morgin verða hinir fýra dystirnir í 3. umfari í VFF-Cup.

 

VFF-Cup 3. umfar: 

B36 - Víkingur 3-1

1-0 Brian Jakobsen

1-1 Heðin Hansen

2-1 Alex Mellemgaard

3-1 Andreas Thomsen

 

Leygardagin:

HB – NSÍ (11.00)

ÍF – KÍ (11.00)

EB/Streymur – TB (13.00)

AB – Skála (13.00)