VFF-Cup: HB vann greitt á B36

Ein spælari bleiv útvístur í grannauppgerðini í kvøld

HB vann í kvøld 3-0 á B36 í 4. umfari í nýggju venjarakappingini. Símun Samuelsen, Ari Mohr Olsen og Villiam Emil Klein skoraðu málini fyri HB, meðan Alex Mellemgaard bleiv útvístur fyri B36.

 

HB tykist at vera væl fyri til komandi kappingarár. Aftur í dag vann liðið í VFF-Cup. Hesa ferð í myrkrinum í Gundadali móti grannunum úr B36. HB var omaná í fyrra hálvleiki, har Símun Samuelsen og Ari Mohr Olsen skoraðu málini.

 

Í hálvleikinum og í leypi av seinna hálvleiki gjørdu bæði liðini fleiri broytingar. Fyri HB kom ungi Villiam Emil Klein inn móti dystarenda og skoraði, tá hann fekk fótin á ein bólt í brotsteiginum.

 

B36 hevði eisini sínar møguleikar í seinna hávleiki. Millum annað, tá Alex Mellemgaard royndi seg við frísparki, sum innskifti Mattias Lamhauge bjargaði. Alex Mellemgaard bleiv so óður, tí hann metti at ein spælari hjá HB fekk frísparkið í armin, at Eiler Rasmussen vísti honum av vøllinum. Higartil hevur siður verið, at ein spælari kemur inn í stað. Soleiðis var eisini hesa ferð.

 

Í gjár vann AB 3-2 á Víkingi í Gøtu, meðan NSÍ um vikuskiftið vann 1-0 á ÍF.