Leygardagin verður stóri finaludagurin í nýggju venjarakappingini hjá venjarafelagnum. Talan er um fimm dystir, sum verða spældir á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali.
Byrjað verður klokkan 11, tá tveir dystir eru á skránni. Á Tórsvølli spæla NSÍ og EB/Streymur um 3. og 4. plássið, meðan B36 og Víkingur spæla um 7. plássið. Tann dysturin verður á Ovara vølli í Gundadali. Síðani verða tveir dystir klokkan 14. Á Tórsvølli spæla KÍ og AB um 5. plássið, meðan ÍF og TB spæla um 9. plássið á Ovara vølli.
Sjálv finalan millum HB og Skála verður á Tórsvølli klokkan 17.
VFF-Cup finalur:
Finalan: HB – Skála (17.00)
3. pláss: NSÍ – EB/Streymur (11.00)
5. pláss: AB – KÍ (14.00)
7. pláss: B36 – Víkingur (11.00)
9. pláss: ÍF – TB (14.00)